Mynd: Dánial Hansen
Lesarabræv
Eg stilli upp fyri Fólkaflokkin, og mítt høvuðshjartamál er at verða eitt gott umboð fyri flokkin og alt Føroya fólk. Tað má altíð verða endamálið, og um eg fái álit tann 8 dec, so fer mín arbeiðsinnsatsur ikki at liggja eftir. Eg ynski at verða fólksins tænari, og eri takksamur fyri at eg fái ein møguleika at stilla upp, og vón mín er at eg kann fáa álit, og sleppa at gera mun, soleiðis at føroyingar framhaldandi fáa ein tryggan og frælsan gerandisdag.
Fái eg títt álit, so ynski eg at arbeiða fyri:
- Tryggar karmar til vinnulívið í Føroyum
- Skattalætta og broyta skattastigan
- Hægri barnafrádrátt
- Eitt enn betri heilsuverk
- Lesandi og lærlingar kunnu tjena minst 80.000,- skattafrítt
- Eitt Føroyar fyri øll
Føroyar hevur tørv á at bæði vinnan og familjan hevur tað gott, tí so fáa vit eitt enn betri samfelag, búskap og vælferð. Vel ein nýggja rødd, sum hevur: ÁRÆÐI, ÁGRÝTNI OG ÁBYRGD.
Við vón um at eg fái tín stuðul, og mítt høvuðshjartamál er at verða tín rødd.
X við Dánial Hansen
Valevni fyri Fólkaflokkin
Deil á Facebook