Felagið Eysturskot skrivar soleiðis:
Leygarmorgunin kl.9:00 bleiv Flaggdagskappingin skotin í gongd á breytuni hjá okkum í Leiirvík.
Veðrið kundi hátta sær betur vóru allir samdir um.
Vinnari gjørdist Alex Johannesen úr Eysturskot í tættati kapping við Johnhard Klettheyggj úr Byrsumúla.
Innleiðandi var Finn Ludvig úr Byrsumúla tann stinnasti við 57 raktum dúgvum, einans 1 dúgvu frammanfyri Alex og Johnhard sum høvdu 56 dúgvur hvør.
Áðrenn finaluna verður alt nullstilla og har er einans loyvi at brúka 1 skot eftir hvørjari dúgvu og aftur í dag vísti Alex sína styrki í finaluskjóting,
Alex vann við 3 dúgvun frammanfyri Johnhard sum fekk silvur. Bronsuna tók Esmar Joensen úr Byrsumúla.
A bólkin vann Marius Gaardlykke úr Eysturskot frammanfyri Eirik Elisson úr Eysturskot. 3 pláss í A bólkinum tók Jón Jacobsen úr Byrsumúla.
Liðkappingina í dag vann Byrsumúli, so teir tóku steypiđ heimaftur við sær til Sandvíkar.
Vit hjá Eysturskot takka øllum fyri dagin og ynskja øllum sum vunnu heiðursmerkið, hjartaliga tillukku.
Myndir: Eysturskot







