Um nakrar tímar, kl. 10 fyrrapartin í morgin, lata valhølini upp. Tá hevur Eysturoyggin møguleika at seta sín dám á eitt komandi løgting.
Hetta krevur tó, Eysturoyingar, allir sum ein, standa saman um teirra valevnir.
Lutfalsiga átti Eysturoyggin at verið umboðað við 8 tingfólkum. Á valinum í 2022 vóru bert trý umboð vald í oynni, og tey endaðu øll í andstøðu. Hanna Jensen kom nakað eftir valið inn sum eykavald tingkvinna.
Mánakvøldið í Bygdarhúsinum á Strondum og í Løkshøll í Runavík í kvøld vóru valfundir, har tað serliga vóru valevni kring um Skálafjørðin, sum umboðaðu flokkarnar, ið stilla upp til løgtingsvalið hósdagin.
Gott og væl 13.000 eysturoyingar, við sterkasta vinnulívinum í landinum, eiga tí at kunna hava eina breiða umboðan á bonaðu gólvunum á Tinghúsvegnum.
Tað, at verða partur av løgtinginum snýr seg um at arbeiða fyri alt føroya fólk, men júst í hesum er Eysturoyggin dottin niður ímillum seinastu árini.
Hesin útflutningur av politiskum valdi úr Eysturoy hevur tikið dik á seg síðan Føroyar gjørdust eitt valdømi í 2007, og sum hevur skeiklað valdsjavnan í Føroyum munandi. Og hevur síðani tann lokala umboðanin hjá Eysturoynni á løgtingið verið heldur tunn.
Oyggin, sum sjálvdan fær meira enn breyðmolarnar frá samráðingunum á løgtingsins fíggjarlóg, stendur sum oftast sum ryssa yvir deyðum fylið, tá ið almennu peningarnir verður lutaðir út.
Nokk er nú nokk, tykjast eysturoyingar at halda. Rákið gongur nú tann vegin, at eysturoyingar fara at velja síni umboð á ting. Hóskvøldið fáa vit at vita um veljarin í Eysturoy hevur tikið í egnan barm, fyri at røkja síni egnu áhugamál.
Eysturoyarveljarin
