(Annar partur av seks greinum um politisk val í Eysturoynni)
Sambært Hagstovu Føroya búðu 54.098 fólk í Føroyum í desember 2022. Av teimum búðu 12.393 (22,9 prosent) í Eysturoynni.
Um umboðanin á Løgtingi var javnt býtt millum gomlu valdømini eftir fólkatalinum, skuldi Eysturoyggin havt millum 7 og 8 av teimum 33 tingfólkunum, sum manna Løgtingið. Men Eysturoyggin hevur bara trý umboð, sum eru beinleiðis vald. Harumframt er ein eysturoyingur varaumboð í løgtinginum fyri eitt av landsstýrisfólkunum.

Í landsstýrinum átti Eysturoyggin eftir fólkatalinum at átt tvey av teimum 9, sum manna landsstýrissessirnar, men har situr eingin, ið hevur bústað í Eysturoynni. Tó eru tvey av landsstýrisfólkunum uppvaksin í oynni.
53 prosent velja fremmand valevni
Men kanska er hetta júst so sum eysturoyingar vilja hava tað, tí um vit hyggja eftir hvussu atkvøðurnar í Eysturoynni býttu seg á seinasta løgtingsvali millum valevni við bústaði í Eysturoy, og valevni við bústaði aðrastaðni í landinum, so sæst týðuliga, at eysturoyingar valdu ikki eysturoyingar.
Um vit síggja burtur frá teimum, sum settu krossin við sjálvar listarnar, so valdu bara 47 prosent av veljarunum í Eysturoynni eitt valevni, ið hevði bústað í oynni. Allar hinar atkvøðurnar (53 prosent) fóru til valevni, ið búðu aðrastaðni í Føroyum.
Og aftur her síggja vit stóran mun á flokkunum. Veljararnir hjá Sambandsflokkinum vóru teir sum valdu mest lokalt (62,3 prosent í oynni móti 37,7 prosentum til valevni aðrastaðni). Síðani kom Fólkaflokkurin (56 prosent í Eysturoy og 44 prosent aðrastaðni), og á triðja plássi var Miðflokkurin (54,8 prosent í Eysturoy og 45,2 prosent aðrastaðni).

Hjá hinum flokkunum fór nógv tann størri parturin av atkvøðunum av oynni:
Tjóðveldi: 34,2 prosent í Eysturoy og 65,8 prosent av oynni.
Framsókn: 30,9 prosent í Eysturoy og 69,1 prosent av oynni.
Javnaðarflokkurin: 27,8 prosent í Eysturoy og 72,2 prosent av oynni.
Sjálvstýrisflokkurin: 27,4 prosent í Eysturoy og 72,6 prosent av oynni.
Út frá hesum kunnu vit siga, at tað at Eysturoyggin er so illa umboðað á Løgtingi og í landsstýri, er eftir ynski frá veljarunum sjálvum. Eysturoyingar velja umboð aðrastaðni heldur enn umboð í oynni.
Í Klaksvík fara færri enn 22 prosent av atkvøðunum útum Norðoyggjar
Um vit samanbera atkvøðurnar í Eysturoynni við til dømis Klaksvík, so var býtið har heilt øðrvísi enn í Eysturoy. Um vit síggja burtur frá listaatkvøðunum, og bara telja persónligu atkvøðurnar við, so fóru 78,1 prosent av atkvøðunum til valevni í Norðoyggjum, meðan 21,9 prosent fóru til valevni aðrastaðni í landinum.
So tað er kanska ikki løgið, at Norðoyggjar, har fólkatalið er gott og væl helvtina av fólkatalinum í Eysturoy, hevur fimm beinleiðis vald umboð á Løgtingi, meðan Eysturoyggin bara hevur trý.
Tølini fyri Eysturoy vísa eisini ein týðiligan samanhang millum, hvussu flokkarnir vanliga standa seg í oynni (møguleikin fyri at fáa lokalt umboð valt), og hvussu atkvøðurnar býta seg millum lokal valevni og valevni aðrastaðni í landinum. Í smæstu bygdunum fara eisini lutfalsliga nógv fleiri atkvøður av oynni, enn í størru bygdunum. Hetta hongur helst saman við, at tá veljararnir kortini ikki síggja nakran møguleika at fáa nakað valevni valt í bygdini, so hevur tað ikki so stóran týdning, hvussu langt burturi valevnið býr. Til dømis fóru 7 atkvøður í Funningi til valevni í Eysturoynni, meðan heilar 29 atkvøður fóru av oynni.

Og kanska er hetta ein orsøk til, at so fáar atkvøður í Klaksvík fara útum Norðoyggjar. Har vita veljararnir, at møguleikin er stórur fyri at fáa eitt lokalt umboð valt.
Annar partur. Eysturoyarportalurin í samstarvi við Helga Abrahamsen, journalist.