“So er fínteljingin av og eg endaði á 7. plássið. So nú eri eg fyrsti varalimur.
Ynski Eiriki í Jákupsstovu hjartaliga til lukku við sessinum.
Og øllum tykkum sum stuðlaðu mær og Tjóðveldi, skulu hava eina hjartans tøkk”
Soleiðis sigur Jóhan Christiansen, eftir at tað í kvøld gjørdist greitt, at hann, eftir fínteljingina, bleiv yvirhálaður av partamanninum, Eiriki í Jákupsstovu.
Í hansara stað kemur so, eiðismaðurin sum er búsetandi í Klaksvík, inn sum 6. maður hjá Tjóðveldi.
Jóhan, sum varð ein av fimm løgtingsfólkum sum blivu vald inn í Eysturoynni seinasta hóskvøld, fekk 307 atkvøður og endaði nummar seks á listanum hjá Tjóðveldi á valkvøldinum.
Meðan Eirikur fekk 304 atkvøður og endaði nummar sjey. Tjóðveldi fekk seks tingfólk vald. Men fínteljingin í kvøld vendir øllum á høvdið, og missur tískil Eysturoyggin eitt tingfólk og fer frá fimm niður á fýra.
Eirikur í Jákupsstovu fær níggju atkvøður afturat, meðan Jóhan Christiansen fær tvær atkvøður afturat. Eirikur fær tískil 313 atkvøður tilsamans, meðan Jóhan fær 309. Og tí verður tað Eirikur í Jákupsstovu sum er valdur á løgting og Jóhan sum sostatt skal út í politiska kuldan at sita.
