Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.03.2026 23:02

Eysturoyggin kann fáa mannin aftur – um vit standa saman!

Lesarabræv

Seinastu veljarakanningarnar vísa, at Miðflokkurin stendur til at fáa trý umboð á Løgting. Hetta er ein spennandi støða, sum kann fáa stóran týdning – serliga fyri Eysturoy.

Ofta síggja vit at atkvøður úr Eysturoynni verða spjaddar kring landið, og at lokal øki tí missur møguleikan at fáa síni egnu umboð. Tí hevur tað stóran týdning at standa saman, og velja lokalt í Eysturoy. 

Tí er boðskapurin einfaldur: standa vit saman, kunnu vit røkka langt. Velja vit lokalt, kunnu vit tryggja at Eysturoyggin fær sína rødd á tingið.

Vinjard Johansen

Miðflokkurin