Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.01.2023 16:30

“Eysturoyggin ER framleiðsluFøroyar!” – Vinnudagurin í Eysturkommunu (myndir)

Myndir: Eysturoyarportalurin

Eysturoyggin ER framleiðsluFøroyar!”. Soleiðis segði búskaparfrøðingurin Johnny í Grótinum, tá hann helt fyrstu framløguna, sum var í dag í Víkingahúsinum, tá Eysturkommuna skipaði fyri vinnudegi.

Tað vóru eini 50-70 fólk, av øllum greinum í vinnulívinum, møtt upp til tiltakið sum kommunan skipaði fyri.

Dagurin byrjaði kl. 09.00 við morgunmati. Síðani bjóðaði borgarstjórin, Per Martin Gregersen, vælkomin og greiddi frá hvussu skráin fór at síggja út. Eftir tað, var tað so búskapur á skránni, har vælupplagdi Johnny í Grótinum, greiddi frá búskaparstøðuni í dag – bæði her heima og í heimsbúskapinum sum heild.

Eysturoyar Vinnulívsfelag hevði síðani eina framløgu, har formaðurin Símun Hammer hevði eina lýsing av vinnulívinum í Eysturoynni og týdninginum fyri tað føroyska vinnulívið. Eisini greiddi hann frá arbeiðinum hjá teimum og hvat ætlanir vóru í framtíðini.

Síðani var ein matarsteðgur og ábit.

Eftir matarsteðgin, var tað heilsa á arbeiðsplássum á skránni, sum Sølvá Jansdóttir Joensen greiddi nærri frá. Og síðsta framløga á degnum, hevði borgarstjórin, Per Martin Gregersen, um vinnulívspolitikkin í kommununi og hvat kommunan ætlaði framyvir. Tiltakið endaði uml. kl 15.00.

Ein spennandi og gevandi dagur, við áhugaverdur og spennandi framløgum, og ikki minst framúr góðum kørmum til eitt tílíkt tiltak av hesum slag.

Sí myndir frá vinnudegnum