Lesarabræv
Tað er stór ónøgd millum eysturoyingar um tunnilsgjøldini í Eysturoyartunlinum. Vinningurin av at hava fingið hesa einastandandi farleið stendur ikki mát við vónirnar og potentialið. Tað er framvegis ein ov stór fíggjarlig byrða at pendla og enn størri er byrðan at gera sær gerandisørindi hinumegin tunnilin.
Endamálið við tunlinum var og er at binda Havnina og Norðurøkið, Eysturoynna og ikki minst Skálafjørðin, saman í ein stóran, dynamiskan kraftdepil, sum ger hendan høvuðsmotorin í føroyska búskapinum enn sterkari.
Vinnan og flutningsvinnan
Vinnulig koyring gjøgnum tunnilin er fyri smáar fyritøkur ein daglig avbjóðing, sum dýrka nógv um rokningarnar til kundarnar. Er tað sum dømi ein fyritøka í Eysturoynni, sum hevur eitt størri arbeiði í høvuðsstaðnum, har fleiri bilar skulu koyra aftur og fram dagliga, kann talan gerast um risarokning frá tunlinum.
Og er tað so ein flutningsfyritøka við stórum lastbilum og trailarum, verður talan um enn størri tunnilsgjøld, sum veruliga hála tølini á botnlinjuni langt niður.
Persónbilar
Eisini fyri persónbilar, sum verða brúktir at flyta fólk aftur og fram til arbeiðis ella í ørindum annars, er talan um stórar rokningar yvir tíð, sum tyngja privatbúskapin óneyðuga nógv. Tunnilsgjøldini eru ein ikki so ótýðandi partur av dýra gerandisdegnum.
Strendur-Runavík
Og so er tað ferðslan millum báðar armarnar við munnan á Skálafjørðinum. Hendan ferðslan er tíverri eisini munandi darvað av ov høgum tunnilsgjaldi.
Nú má broyting koma í, so vit fáa ta nyttuna av hesi stóru íløgu, sum ætlanin alla tíðina var. Vit sóu tað í Vágatunlinum og vit sóu tað í Norðoyatunlinum. So skjótt, sum gjøldini lækkaðu, hendu stór ferðslulop, sum gjørdu, at tað loysti seg at lækka gjøldini enn meiri, sum aftur skaptu ferðslulop, sum aftur gjørdu, at nú er kostnaðurin á einum sømiligum og góðtiknum støði.
NÚ EIGUR EYSTUROYARTUNNLIN TØRN. Og sjálvandi fylgir Sandoyartunnilin við.
Bill Justinussen
