Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.01.2023 21:41

Eysturoyarlið leika venjingardystir hesa vikuna

Mynd: JÓK/Eysturoyarportalurin (savnsmynd)

Fyrireikingarnar til nýggja fótbóltsárið eru byrjaðar í øllum feløgunum kring landið. Nakrir venjingardystir eru longu leiktir, hóast veðrið hevur verið heldur ivasamt fyrstu vikurnar í januar.

Í hesi vikuni skulu Eysturoyarliðinum; ÍF, Víkingur og NSÍ øll leika venjingardystir.

Longu týskvøldið skal NSÍ til Klaksvíkar har KÍ tekur ímóti. NSÍ tapti leygardagin á útivølli 6-2 móti Víkingi, meðan KÍ vann 2-1 á útivølli móti B68. Dysturin við Djúpumýri í Klaksvík byrjar kl. 18.00.

Mikukvøldið tekur ÍF ímóti AB í Fløtugerði í Fuglafirið í VFF Cup. Meðan grannarnir í Eysturkommunu skulu til Vágarnar, at leika móti 07 Vestur í somu kapping.