Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.05.2023 12:09

Eysturoyar Vinnulívsfelag havt vinnuting í Leirvík

Myndir: Ocean Rainforest

Í gjár skipaði Eysturoyar Vinnulívsfelag fyri vinnutingið, fyr virkjum og vinnulívsáhugaðum í Eysturoynni, á Bátasavninum í Leirvík. Nógv fólk var uppmøtt, bæði umboð frá smærri og størri fyritøkum o.ø. Byrja var við at Selinda í Heiðunum, næstforkvinna í EVF bjóðaði vælkomin.

Hesuferð var tað Ocean Rainforest, ið er eitt felag sum alir og framleiðir tara, sum “átti” skránna, og sum hevði fyrilestrar um teirra vikrsemi; og um hvørjar ætlanirnar tey hava í Føroyum.

Byrja var við at Jóhan Christiansen, rakstrarstjóri hjá felaganum, greiddi frá um virksemið hjá Ocean Rainforest í Føroyum og hvørjar ætlanirnar eru í mun til framleiðsluvøkstur komandi 3-5 árini.

Aftaná var tað Ólavur Gregersen, stjóri í felaganum, sum greiddi frá um altjóða rák innan matvøruvinnu, sum eru við til at økja um eftirspurningin eftir tara. Hann kom eisini inná áhugan hjá altjóða íleggjarum fyri Ocean Rainforest, og hvussu hetta ítøkiliga hevur hevur verið við til at ment felagið.

Til endans var tað Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, sum greiddi frá um teirra virksemi, m.a. um teirra leiklut í Horizon Europe verkætlanini SeaMark, sum Ocean Rainforest samskipar.

Tiltakið byrjaði kl. 15.00 og endaði áleið kl 16.30.