Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.03.2026 08:43

Eysturoyar Tjóðveldisfelag klárt við trimum nøvnum

Mynd: Tjóðveldi

Eysturoyar Tjóðveldisfelag boðar frá, at felagið er klárt við trimum valevnum. Tey trý sum Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevur á listanum, eru Luna Klein Joensen, Sigrid Jensdóttir Dalsgaard og Jóhan Christiansen.

Felagið skrivar soleiðis um tey trý:

Luna Klein Joensen er unga, nýggja navnið á listanum. Luna gongur á Miðnám á Kambsdali, er kend í miðlunum sum vinnari av Føroyameistaraheiti í íverksetan og bólkur teirra vann síðani eisini Danmarksmeistaraheiti. Eisini hevur Luna sitið í ungdómstinginum 2 ferð, so har er ein stólur klárur til hennara í tinginum 

Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, forkvinna í Eysturoyar Tjóðveldisfelag er uppstillað. Sigrid fekk 200 atkvøður til síðsta val, so tað restaði ikki nógv í at fáa løgtingssess. Sigrid er verkfrøðingur og starvast innan leiðslu av kt og byggiverkætlanum. 

Jóhan Christiansen, sum hevur landsstýrismaður í fiskivinnu og samferðslumálum á CV’num, er sjálvandi uppstillaður fyri Eysturoyar Tjóðveldisfelag. Jóhan hevur verið borgarstjóri fyri Eystur kommunu í 3 setur. Jóhan hevur drúgvar royndir innan alivinnuna.