Mynd: Savnsmynd
Tað gjørdist ikki nakað kolveltandi valkvøld. Pendulið svingaði aftur til vinstru og samgongan sum var, blívur nú nokk til andstøðu, og og umvent, so verður andstøðan sum var, nú til samgongu.
Tað kundi eisini tulkast soleiðis, tá formansrundan var aftaná at valúrslitið var endaligt og KVF verturin John Johannesen setti formonnum spurningin um, hvat samgongu teir nú ynsktu sær. Og fyrstur at “loypa í felluna” og selja seg lágt, var formaðurin hjá Tjóðveldinum, sum ikki duldi sítt fríggjarí til Aksel V. Johannesen. Og fekk hann eisini nakað av ásti aftur frá Akseli, hóast Aksel eisini helt aðrar møguleikar opnar. Hinir floksformennirnir vóru meira taktiskir, og hildu meira ella minni øllum møguleikum opnum.
Politiska landslagið broyttist tó nakað aftaná valið í gjár. Javnaðarflokkurin gjørdist stóri vinnarin við heili 9 umboðum og gjørdist tí eisini størsti flokkur. Framsókn “vann” Havnina frá Fólkaflokkinum og fekk 3 fólk vald, meðan Sjálvstýri fekk onga umboðan og má heilt út í myrkrið og heilt út úr Løgtinginum tey komandi 4 árini.
Tá tað kom til tær persónligu atkvøðurnar, so var tað familjan hjá Johannesen-klan´ini í Klaksvík, sum gjørdust stórstu stemmuslúkarnir. Beinir Johannesen, nýggi formaðurin hjá Fólkaflokkinum fekk eitt sera flott val, við heili 1.688 atkvøðum og pápabeiggin og formaðurin í Javnaðarflokkinum Aksel V. Johannesen fekk 1.961 atkvøður. Ruth Vang gjørdi eisini eitt rimmar persónligt val við heili 981 atkvøðum og støvsúgvaði nokk fleiri fólkaflokksatkvøður í Havnini til sín, meðan “the Grand Old man” Jenis á Rana formaður Miðfloksins helt stand og meira enn tað, við at fáa 721 atkvøður.
Løgmaður Bárður á Steig Nielsen fekk 1.355 persónligar atkvøður, sum má sigast at verða sera gott, meðan formaðurin í Tjóðveldi gjørdi eitt vánaligt val og fekk bert 760 atkvøður, og er hetta ein stór minking frá farnari tíð, og kann hetta ikki annað enn tulkast sum, at formaðurin ikki hevur tað stóru undirtøku millum tjóðveldisveljarar longur og spurningurin er um ikki tíðin hjá honum er um at renna út sum formaður.
Tá tað kom til umboðan í teimum ymisku valøkjunum kring landið, so var størsti taparin heilt eyðsæð Eysturoyggin. Við bert 3 umboðum – Bárður á Lakjuni, Helga Abrahamsen og Magnus Rasmussen, samanborið við t.d. Suðuroynna sum fekk 6 umboð vald, so kann tað ikki síggjast øðrvísi enn, at vinnulívsoyggin burturav, ikki hevur eina sterka umboðan og rødd á komandi løgtingið. Tjóðveldi í Eysturoynni fekk einki umboð valt og hevur flokkurin ikki verið sterkur í oynni síðani Tórbjørn Jacobsen takkaði fyri seg í politikki fyri fleiri árum síðani, meðan nakað óvænta, so fullu bæði veteranurin Bill Justinussen sum endaði sum nummar 3 á listanum hjá Miðflokkinum, og landsstýrismaðurin Uni Rasmussen sum einans fekk 208 atkvøður og endaði nummar 11 á Fólkaflokkslistanum.
Í dag fara so tingingar fram, sum kunnu koma at avgerða hvussu komandi samgonga fer at síggja út.
Deil á Facebook