Tá ið hondbóltslandsliðið hjá monnum í gjár vitjaði í skúlanum við Gøtugjógv, var eisini ein fyrrverandi næmingur og syðrugøtumaður og heilsaði uppá sonin hjá sær.
Hans Jákup Mikkelsen, sum er ættaður og búsetandi í Syðrugøtu, er pápi Tróndur Mikkelsen, og var hann komin yvir á gamlar gøtur at heilsa uppá leikararnar og sonin hjá sær sum høvdu lagt leiðani framvið Gøtu skúla.
Hóast 25-ára gamli sterki bakspælarin ikke er uppvaksin í Syðrugøtu, men í Tórshavn, so følir hann seg tó heima í bygdini.
Og var tað heldur ikki óvænta, at Tróndur, sum lokal stjørnan, slapp at siga nøkur orð áðrenn leikarirnir fóru at skriva autografir til børnini.
Ein hugnaligt og kveikjandi tiltak fyri bæði børn og vaksin sum Hondbólssamband Føroya skal hava stórt rós fyri.
Eysturoyarportalurin fekk eina mynd av feðgunum áðrenn leiðin hjá Trónda gekk víðari til Kambsdalar at venja.

