Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.03.2024 10:41

Eysturkommuna og framhalsdeild

Mynd: Hjalti H. Dalheim

Lesarabræv

Á eystara enda á 1974 skúlanum við Gøtugjógv er ein vøkur og sigandi talva, ið avmyndar Trónda í Gøtu sum lærara. Omanfyri inngongdina í 1929 skúlanum við Gøtugjógv stendur soleiðis skrivað, “Sjái Guð Hluta minn”, sum er tikið úr Tróndar kreddu. Hetta er m.a. tað eg eri uppvaksin við; fyrst 7 ár í Gøtu skúla; so 3 ár í studentaskúlanum við Gøtugjógv. Skúlin hevur altíð fylt nógv um okkara leiðir. Vit kenna øll søguna um Trónd í Gøtu og hansar dirvi og vísdóm. Vit hava 3 skúlar við Gøtugjógv. Tann fyrsti er frá 1886, tann næsti frá 1929 og tann nýggjasti frá 1974 (útbygdur í 2010). Eisini var fyrsti studentaskúli í Eysturoy staðsettur við Gøtugjógv í 1980´unum. So vit kunnu staðfesta, at vit hava eina ríka skúlasøgu í okkara øki.


Tey síðstu árini hevur skúli og skúlaskapur eisini fylt nógv um okkara leiðir. Úrslitini kenna vit. Gøtu skúli og Leirvíkar skúli eru samanlagdir til ein skúla; skúlin í Eysturkommunu. Og næmingar úr Eysturkommunu, ið ganga í framhaldsdeild, ganga í Fuglafjarðar skúla. Tey síðsti 12 árini hava vit -meir og minni – viðgjørt skúlan, og serliga hevur framhaldsdeildin fylt nógv.

Sum býráðslimur í Eysturkommunu í skjótt 12 ár kenni eg eitt sindur til hetta málið og havi eisini mínar hugsanir hesum viðvíkjandi. Eg fari ikki at greiða frá tilgongdini líka frá byrjan til nú, men eg vil tó viðmerkja nøkur viðurskiftir, sum eg haldi hava stóran týdning í mun til gongdina og støðuna.
Sum onkur nevndi á borgarafundinum mikudagin 19. mars, so eru 3 “gamlar” frágreiðingar gjørdar um málið, men ongin av hesum frágreiðingum hevði sum arbeiðssetning at kanna møguleikan at skipa framhaldsdeild í Eysturkommunu fyri okkara skúlanæmingar ella fyri okkara skúlanæmingar og skúlanæmingar úr Fuglafirði. Hetta var er feilur, og tað harmar meg nógv, at vit ikki kannaðu hetta tá. Helst hevði ein tílík kanning víst á nógvar fyrimunir fyri Eysturkommunu og staðfest, at vit væl kundu skipað framhaldsdeild í Eysturkommunu til okkara næmingar og kanska eisini til næmingar úr Fuglafirði.

Úrslitið av teimum 3 kanningunum bleiv eitt skúlasamstarv, sum er nágreinað í sáttmálanum, sum varð undirskrivaður 11. Juni 2019. Í stuttum sigur sáttmálin, at skúlin skal liggja í Fuglafirði (sokallaði ‘64 skúlin). Fuglafjarðar kommuna skal framhaldandi eiga og reka skúlan. Komandi um- og útbyggingar skal Fuglafjarðar kommuna vara av. Um- og útbyggingar av ‘64 skúlanum í framtíðini skulu gjaldast sambært lutfallinum, ið er millum framhaldsskúlanæmingar úr Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Hetta lutfallið er uml. 60/40. Tað vil siga, at Eysturkommuna skal gjalda uml. 60% av komandi út- og umbyggingum av ‘64 skúlanum í Fuglafirði.

Ein meiriluti í  Eysturkommunu (6 ímóti 3) atkvøddi  fyri sáttmálanum, og Mentamála-ráðharrin undirskrivaði sáttmálan vegna landsmyndugleikarnar. Her vil eg gera vart við, at undirritaði áhaldandi vísti á, at hetta var ein vánaligur sáttmáli fyri Eysturkommunu (tann ringasti sáttmálin Eysturkommuna hevur viðtikið til dato). Eg visti ofta á avbjóðingar í samband við sáttmálan. Onkur broyting kom í sáttmálan, hóast hetta ikki í praksis hevur nakran týdning.

Næsta stig var at nágreina, hvussu ‘64 skúlin skuldi út- og umbyggjast. Av góðum grundum kenni eg ikki nokk til hesa tilgongdina, tí býráðið var tá skipað sum samgonga og andstøða, og størsti og fyrstvaldi listin varð hildin uttanfyri. Men eg meini, at onkrir limir í Eysturkommunu vóru partar av, ella blivu kunnaðir um, hvussu ‘64 bygningurin skuldi um- og útbyggjast, og hava – sum eg havi skilt – nikkað játtandi til ætlanina.

Ætlanin við ‘64 bygninginum bleiv – langt um leingi – framløgd fyri samlaða býráðnum í Eysturkommunu, og ein kostnaðarmeting bleiv somuleiðis løgd fram. Minnist meg rætt, so var kostnaðarmetingin 54 milliónir (eg veit ikki, um alt var við?). Sambært sáttmálanum um skúla-samstarv, so bleiv parturin hjá Eysturkommunu 32,4 milliónir. Hesi tølini eru frá 2019/2020. So um sama verkætlan verður framd í dag, so er kostnaðurin helst væl hægri.Hóast ein meiriluti í býráðnum viðtók sáttmálan um skúlasamstarv, og hóast limir í Eysturkommunu helst hava nikkað ja til ætlaðu um- og útbyggingina, so bleiv ongin játtan givin frá meirilutanum í Eysturkommunu til at fara í gongd við útbyggingina, og harvið binda kommunu-kassan fyri minst 32,4 milliónir. Hví borgarstjórin ikki brúkti sín meiriluta veit eg ikki? Hann brúkti meirilutan til at stemma sáttmálan um skúlasamstarv í gjøgnum, men ikki at fíggja 60% av um- og útbyggingini av ‘64 skúlanum í Fuglafirði.


Í november 2020 er býráðsval, og nýtt býráð tekur við 1. januar 2021. Tað gerst skjótt greitt, at stórur meiriluti er ímóti at fylgja verandi sáttmála, tí mett var, at hetta var ein serstakliga vánalig avtala fyri Eysturkommunu. Eisini sera vánalig, um man samanbar við onnur samstørv, sum eru galdandi í Føroyum í dag.

Sjálvur havi eg sitið 2 ár sum limur í skúlastýrinum Framvit, sum varar av skúlasamstarvinum. Málið um sáttmálan hevur javnan verið umrøtt, og stýrislimirnir úr Eysturkommunu hava gjørt púra greitt, at Eysturkommuna kemur ikki at gera tílíkar íløgur í ‘64 skúlan í Fuglafirði, sum undanfarni meiriluti ætlaði. Hóast hesa greiðu útmelding, hevur Fuglafjarðar kommuna ikki flutt seg stórvegis, og málið hevur tí ligið óloyst í meira enn 3 ár.

Í hesi 3 árini hevur tankin um egna framhaldsdeild fest røtur hjá mær, og eg haldi, at fleiri onnur í býráðnum hava somu tankar. Tey kunnu sjálvi svara fyri seg. Í hesum sambandi bleiv ein meiriluti á 8/1 samdur um at fáa eina kanning gjørda fyri at fáa greiðu á, um Eysturkommuna megnar at hava egna framhaldsdeild, og lýsa fyrimunir og vansar. Sí viðløgdu frágreiðing (leinkja). Talan er sostatt um ta 4. kanningina.

Úrslitið er púra greitt; vit megna væl uppgávuna, og onki talar beinleiðis ímóti, at vit stovna egna framhaldsdeild. Sjálvandi skulu vit fyrireika hetta væl, og vit skulu byggja hóskandi karmar. Nógv gott er við verandi samstarvi, og næmingarnir hava tað gott, framgongur av kanningini. Men onki talar ímóti, at vit ikki megna at geva næmingunum minst líka góð tilboð í Eysturkommunu, og onki talar ímóti, at næmingarnir fara at trívast minst líka væl í okkara egna skúla. Faktiskt eri eg sannførdur um, at vit megna hetta nógv betri sjálvi og fáa ein betri og meira viðkomandi skúla.

Á borgarafundinum 19. mars setti onkur spurningin; hví man vil hava egna framhaldsdeild. Spurningurin er sera viðkomandi, og vil eg royna at siga mína hugsan um hetta.

Fyri meg er hetta ein spurningur um tey nógvu komandi árin. Vit skulu hugsa 20 ella kanska 40 ár fram. Vit skulu á øllum mótum menna Eysturkommunu. Tað er tað, vit eru vald til. Vit skulu stremba eftir at veita allar lógarbundnar- og grundleggjandi tænastur til okkara borgarar. Vit skulu vera við til at stimbra øllum góðum, alt frá ítrótti, mentan, vinnukarmar, frítíðarítrivi og skúlaskapi. Hetta haldi eg vit gera best, um vit sjálvi taka stýrisvølin. Vit eru 2300 borgarar í dag og ynskja at blíva 3000 og kanska 4000 um nøkur ár. Eiga vit ikki at vera framsøkin og stremba eftir at fáa framhaldsdeildina til Eysturkommunu? Skal Eysturkommuna – tey komandi 20 ella 30 árini – leggja seg undir aðra kommunu, tá tað viðvíkur framhaldsdeildina? Eg haldi ikki! Eg eri sannførdur um, at vit í Eysturkommunu kunnu betur menna okkara framhaldsdeild sjálvi heldur enn saman við/undir øðrum. Okkara ynski og mál má vera at skapa besta skúlatilboð í landinum, og tað megna vit best, um vit sjálvi taka ábyrgd. Ein framhaldsdeild gevur nógv til eina kommunu. Tað vísir hetta málið greitt. Tað er ikki líkamikið fyri Eysturkommunu, framtíðar samleikan hjá kommununi og sjálvsfatanina, hvussu vit skipa okkum sum kommuna, og hvørji tilboð vit sjálvi bjóða okkara borgarum. At hava egna framhaldsdeild er ein liður í hesum. Vit skulu vera framsøkin og menna okkara skúla enn meira til fram fyri okkum øll.

Athen mars 2024 😊

Hjalti H. Dalheim

Býráðslimur í Eysturkommunu

Hefti_Framhaldsdeild_skerm.pdf (eysturkommuna.fo)