Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.09.2025 10:03

Eysturkommuna luttók á Seatrade Europe

Mynd: Eysturkommuna

Eysturkommuna

Í farnu viku hava umboð frá Eysturkommunu luttikið á cruise-ráðstevnuni Seatrade Europe í Hamborg.

Í fjør fór Eysturkommuna undir at arbeiða miðvíst við at fáa minni ferðafólkaskip, eisini nevnt expedition ships, inn á Gøtuvík. Hetta arbeiðið tekur tíð, men úrslitini eru longu at hóma fyri framman. Í 2026 hevur eitt skip boðað frá, at tey ynskja at vitja í kommununi – og møguliga eru fleiri á veg.

Ein týðandi liður í arbeiðinum at fáa fleiri vitjanir á Gøtuvík er at luttaka á ráðstevnum sum hendan. Har verða sambond knýtt við reiðarí og onnur týðandi samstarvsfólk. Eysturkommuna og aðrar føroyskar havnir hava í felag bás undir heitinum Cruise Faroe Islands.

Aðalmálið við hesum arbeiðið er at stuðla undir menning av ferðavinnuni í kommununi, eitt nú at samskipa ferðavinnuveitararnar í kommununi enn betur og at geva hesum betur kor og størri inntøkumøguleikar. Uppá henda hátt skapa vit nýggjar møguleikar og tilboð í kommununi, sum gagna bæði eysturbúgvum og ferðafólkum.

Astrid Johannessen, mentanar- og ferðavinnusamskipari og Ruth Absalonsen, verkætlanarsamskipari luttóku á Seatrade Europe.

Spjaldur