Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.10.2023 11:38

Eysturkommuna lækkar skattin og hækkar barnafrádráttin

Eysturkommuna hevði fyrstu viðger av fíggjarætlanini 2024 fyri á býráðsfundi tann 26 oktober. 

Og her samtykti býráðið m.a. at skattastigið fyri 2024 verður ásett at verða 19,9% ið er ein lækking á 0,6%

Og at barnafrádrátturin hækkar úr 8500 upp í 9000 krónur fyri hvørt barnið. 

Samlaðu inntøkurnar verða mettar at verða 141 mió krónur, rakstrarútreiðslurnar hækkað við umleið 4,5 %, sum í stóran mun er lønarhækkan.

Av íløgum ið standa fyri framman kunnu nevnast, skúlaútbygging, vælveruøkið, róðrarneystið og útstykking í Syðrugøtu.

Eisini eru arðar smærri verkætlanir við í fíggjarætlanaruppskotinum, og verður øll fíggjarætlanin løgd út eftir arðu viðger, sigur Eysturkommuna á heimasíðu síni.

Spjaldur