Runavíkar kommuna
Feløg og felagsskapir skipa í vikuskiftinum fyri Eystanstevnu.
Lesið alla skránna á www.eystanstevna.fo og á Facebook https://www.facebook.com/eystanstevna
Ítróttarfeløg og felagsskapir hava tikið seg saman um at fyriskipa Eystanstevnu í vikuskiftinum.
Megin stevnuøkið er, eins og í fjør, á Heiðavegi beint við Gulu smiðju. Hetta økið er karmur um eitt fjølbroytt tivoliøki, har ein stórur partur av tilboðunum, t.d. hoppiborgir, eru ókeypis, og hart il ber at keypad sær okkurt til matnað.
Tiltøk eru eisini í Bylgjuni og á ítróttarøkinum við Løkin.
Longu hóskvøldið 19. juni kl. 18 verður skipað fyri siðbundna tiltakinum Summarkvøld við Toftavatn, sum hesaferð fellir saman við Eystanstevnuni.
Og fríggjakvøldið kl. 17 verður fótbóltsvikuskiftið skotið í gongd á leikvøllinum omanfyri Glyvra skúla, har umsitingarnar hjá Nes og Runavíkar kommunu dystast um steyp.
Samstundis bjóðar Støkk til Bylgjuland í Bylgjuni.
Leygardagin eru fótbóltsdystir í yngru deildinum við Løkin, og sunnudagin spæla bæði Betrideildarliðini hjá NSÍ heimadystir – kvinnurnar móti B36 og mennirnir móti Víkingi.
Stevnuøkið við Gulu smiðju fevnir umframt tivoliøkið um eitt stórt tjald, sum er karmur um tiltøk leygardag og leygarkvøld og sunnudag. Leygarkvøldið er pub quiz og syngið við í tjaldinum.
Eisini Gula smiðja er partur av stevnuni við konsert fríggjakvøld og opnum húsi fyri ung leygarkvøld.
Sunnukvøldið kl. 20 er Kvøldseta í Løkshøll við fjølbroyttari skrá.
Vælkomin á Eystanstevnu