Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.03.2026 17:56

Eyp á valferð: Í Fuglafirði velja tey í nýggju ítróttarhøllini (myndir)

Mynd: Eyp.fo

Valstaðið í Fuglafirði er í nýggju snotuligu ítróttarhøllini í skúlanum.

Valstýrisnevndin upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at valluttøkan er hægri í ár enn undanfarna løgtingsval í 2022.

Kl. 15.00 høvdu 347 fólk atkvøtt, samanborið við 276 fólk í 2022. Og kl. 16.00 høvdu 450 fólk sett sín kross, samanborið við 418 um somu tíð í 2022.

Í Fuglafirðið, saman við Kambsdali, hava 1168 fólk valrætt.

Myndir: Eyp.fo