Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.01.2026 19:20

Eyðun og Atli hitt starvsbrøður í Íslandi

Til vinstru á myndini, venjararnir hjá íslendska manslandsliðnum, saman við Atla Gregersen og Eyðuni Klakstein - Mynd: www.FSF.fo

Fótbóltssamband Føroya

Týsdagin hittust venjararnir hjá føroyska og íslendska manslandsliðnum. Tosað varð millum annað um avbjóðingar og møguleikar í altjóða fótbólti, og um arbeiðsgongdir.

Um ein mánað verður lutakastið til UEFA Nations League hjá monnum, sum er á skránni í heyst. Fýra dystir skulu spælast um mánaðarskifti septembur-oktobur, og tveir dystir eru á skránni í novembur.

Sum liður í fyrireikingunum til komandi Nations League kapping skal føroyska manslandsliðið spæla tveir venjingardystir í seinnu hálvu av mars, og í juni verða aftur tveir venjingardystir á skránni. Hvørji mótstøðulondini verða í venjingardystunum, er tó ikki greitt enn.

Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari, og Atli Gregersen, hjálparvenjari, hava í rúma tíð arbeitt við at leggja komandi landsliðsár til rættis, og seinastu dagarnar hava teir báðir verið á vitjan hjá íslendska fótbóltssambandinum, KSI.

Í Reykjavík hittu føroysku venjararnir teirra starvsfelagar í Íslandi, Arnar Gunnlaugsson og Davíð Snorri Jónasson, ið standa á odda fyri íslendska manslandsliðnum.

– Millum annað varð tosað um gongdina hjá landsliðunum báðum, um avbjóðingar og møguleikar í altjóða fótbólti, og um arbeiðsgongdir, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.

Í UEFA Nations League kappingina 2026-2027 eru Føroyar í styrkisbólki 3 í deild C. Í styrkisbólki 1 eru Ísland, Albania, Montenegro og Kasakstan. Í styrkisbólki 2 eru Finnland, Slovakia, Bulgaria og Armenia. Í bólki 3 eru Belarus, Føroyar, Kýpros og Estland, og í styrkisbólki 4 verða umframt Moldova og San Marino, vinnarin av play-off dystinum millum Lettland og Gibraltar, og vinnarin av play-off dystinum millum Luksemborg og Malta.

Føroyar skulu í bólk saman við einum landi úr styrkisbólki 1, 2 og 4. Lutakastið verður í Brússel í Belgia hósdagin 12. februar.