Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.01.2024 08:01

Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhúsinum

Gamla Seglhúsið

Sunnudagin 21. Januar letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum við verkum hjá Eyðun av Reyni.

Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 18. februar 2024. 

Fernisering verður sunnudagin 21. januar 2024 klokkan 16:00.

Framsýningin kann vitjast yrkadagar frá 14:00 til 17:00 og sunnudagar frá 15:00 til 18:00.