Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.03.2026 11:43

Evnisdagur fyri sjófólk

Trúboðin

Hósdagin 5. mars verður evnisdagurin: “Jesus við umborð” í Leguhúsinum í Nesvík. 
Í nøkur ár hevur Føroyska sjómansmissiónin skipað fyri hesum degnum, har ymisk áhugaverd evnir eru viðgjørd.
Høvuðsendamálið er at styrkja sjófólk í kristnari trúgv og tænastu. 
Dagurin byrjar klokkan 09. við morgunmati og endar klokkan 16.

Ymiskt áhugavert verður á skránni. 
Hanus á Gørðum, sjúkrahúsprestur, fer at tosa um: “Hvussu møta menniskjum?” 
Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, fer at tosað um: “Nær er trúgvin nóg stór?” 
Síðsti tímin kallast: “Sjómaður hevur orðið?” Tá fer Høgni við Rætt, at siga frá.
Á skránni verður eisini døgurði og drekka.
Øll sjófólk eru vælkomin!
Síðsta freist at tekna seg er týsdagin 3. mars á mission.fo/tilmelding 

Spjaldur