Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Latest Past Events

Strandalega 2025 verður í Nesvík 10. – 12. Januar

Vit hava gjørt eina breiða skrá, sum er til allar aldursbókar. Fleiri tiltøk til børnini, fyrilestrar til tey ungu og eldru. Hugnaløtur, borðspøl, kappingar og annars nógvur góður matur, kaffi og hugni. Vit fáa vitjan av millum annað Ann Hermansdóttir, Jógvan á Lakjuni og Sjúrður Skaale. So set tær eina áminning kl 14:00 og tekna […]

Jólatrøini í Eysturkommuna verða tendrað

Við Gøtugjógv: Týsdagin 3. desember kl. 18:00. Björk Tyril flytir fram røðu, Eystanljóð syngur. Leirvík: mikudagin 4. desember kl. 18:00 Tórhallur við Gil flytir fram røðu, Gøtu kirkjuungdómskór syngur.

Jólatræið verður tendrað á Eiði

Eiði

Jólatræið í Eiðis kommunu verður tendrað á Vaglinum sunnudagin 1. december kl. 17.00. Fríða Jóinsdóttir Joensen, forkvinnan í Trivaðarnevndini, bjóðar vælkomin. Hildibjarta Jacobsen sigur søgu. Eiðis Ljómfelag spæla nøkur jólaløg. Jólamennirnir koma við pakkum til børnini, og aftaná verður boðið til kakao og bollar uttanfyri Látri.