Sangløta í Fríðrikskirkjuni 2. desember kl. 16.30
ToftirÍ sambandi við at jólatræið í Nes kommunu verður tendrað, verður skipað fyri sangløtu í Fríðrikskirkjuni. Hetta 2. desember kl. 16.30. Kirkjukórið, New Praise, Kvinnukórið í Nebo, kvinnur úr Suð og menninir í Undirhúsinum luttaka. Undan sangløtuni eru øll boðin til kakao og bollar í kirkjukjallaranum.