Jólatræið verður tendrað á Eiði
EiðiJólatræið í Eiðis kommunu verður tendrað á Vaglinum sunnudagin 1. december kl. 17.00. Fríða Jóinsdóttir Joensen, forkvinnan í Trivaðarnevndini, bjóðar vælkomin. Hildibjarta Jacobsen sigur søgu. Eiðis Ljómfelag spæla nøkur jólaløg. Jólamennirnir koma við pakkum til børnini, og aftaná verður boðið til kakao og bollar uttanfyri Látri.