Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Jólatrøini í Eysturkommuna verða tendrað

Við Gøtugjógv: Týsdagin 3. desember kl. 18:00. Björk Tyril flytir fram røðu, Eystanljóð syngur. Leirvík: mikudagin 4. desember kl. 18:00 Tórhallur við Gil flytir fram røðu, Gøtu kirkjuungdómskór syngur.

Morgunhugnaløtuna í Fuglafjarðar kirkju

Í morgin hósdagin 12.desember kl 10 verður seinasti morgunsangur fyri jól Verið vælkomin, stór og smá til eina hugnaliga løtu í kirkjuni, við góðum drekkamunni aftaná

Fríðrikskirkjan – Gudstænasta

3. SUNNUDAG Í ADVENT 15. DESEMBUR ERU HESAR TÆNASTUR Í NES PRESTAGJALDI - Fríðrikskirkjan. Kl 11.00. Gudstænasta við altargongd og verður útvarpað. Tummas Lykke Kannuberg prestur. Brot frá dagsins evangelii: «Ert tú tann, ið koma skal, ella eiga vit at vænta ein annan?» Og Jesus svaraði og segði við teir: «Farið og berið Jóhannesi boð […]

Gøtu kirkja – Gudstænasta við altargongd

3. SUNNUDAG Í ADVENT 15. DESEMBUR ERU HESAR TÆNASTUR Í NES PRESTAGJALDI - Gøtu kirkja. Kl 11.00. Gudstænasta við altargongd. Sverri Steinhólm prestur. Brot frá dagsins evangelii: «Ert tú tann, ið koma skal, ella eiga vit at vænta ein annan?» Og Jesus svaraði og segði við teir: «Farið og berið Jóhannesi boð um tað, sum […]

Kirkjukórið hevur jólakonsert í Fríðrikskirkjuni

Sunnudagin 15. desembur kl. 18.00 hevur Kirkjukórið jólakonsert saman við Kristiliga Sangkórinum og Sandskórinum, har tey sum felagskór, saman við næmingum úr Nes sóknar musikkskúla, framføra kend jólaløg. Verið vælkomin øll

Glyvra kirkja: Gudstænasta

Jólaaftan verður farið í kirkju kl. 16. Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur, prædikar.