1. biðikvøldið í føstu í Gøtu kirkju
Gøtugjógv14. februar kl. 20.00 kallar klokkan í Gøtu kirkju til halgan fund. Tað er fyrsta føstugudstænastan í Gøtu kirkjusókn á hesum sinni. Tað verður diakonprestur føroyinga, Sverri Steinhólm, sum hevur gudstænastuna. Gøtu kirkju ungdómskór luttekur. Aftaná gudstænastuna verður drekkamuður. Vælkomin øll!