1. biðikvøldið í føstu í Fríðrikskirkjuni
Toftir15. februar kl. 20.00 verður fyrsta føstugudstænastan í Nes kirkjusókn á hesum sinni. Hetta í Fríðrikskirkjuni. Tað verður danin, Erik Holmgaard, prestur í Gl. Haderslev sum prædikar. Høvi verður at fara til skriftamál undir gudstænastuni. Mikkelsen systkini av Skála luttaka við sangi. Aftaná gudstænastuna verður drekkamuður í missiónshúsinum Tabor. Vælkomin øll!