• Konsert í Rituvíkar kirkju 22. november

    Fríggjakvøldið 22. november, eftir Dag & viku, hevur Útnyrðingur konsert í Rituvíkar kirkju. Øll eru vælkomin, og konsertin er ókeypis!

  • Jólatrøðini í Sunda Kommunu

    Sunda Kommuna

    Jólatrøini tendra og jólabrandbilurin vitjar 18.11.2024 Týsdagin 26. november og mikudagin 27. november verða jólatrøini í Sunda kommunu tendrað og jólamenn í brandbili vitja. Nú stundar til jóla, og tíð er aftur at tendra jólatrø. Aftur í ár skipar Sunda kommuna fyri jólatræhaldi, har prestur talar, Eiðis ljómfelag spælir jólasangir, og so tað sum børnini […]

  • Jólatræið á Strondum verður tendrað

    Jólatræið á Strondum verður tendrað leygardagin 30. november kl. 17:00. Nes Sóknar Musikkfelag spælir, Sunvá Colbjørnsen Kass heldur røðu, og brandbilur við jólamonnum vitjar. Vaflur og okkurt drekkandi verður eisini at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin.

  • Funnings kirkja – lestur

    Funningur

    1.12.2024Lestur kl. 12Talvan fyri sjómanskirkjuna.Væl komin í kirkju

  • Jólatræið verður tendrað á Eiði

    Eiði

    Jólatræið í Eiðis kommunu verður tendrað á Vaglinum sunnudagin 1. december kl. 17.00. Fríða Jóinsdóttir Joensen, forkvinnan í Trivaðarnevndini, bjóðar vælkomin. Hildibjarta Jacobsen sigur søgu. Eiðis Ljómfelag spæla nøkur jólaløg. Jólamennirnir koma við pakkum til børnini, og aftaná verður boðið til kakao og bollar uttanfyri Látri.