Kvinnumøti verður í Filadelfia mánakvøldið 2. september kl. 20:00 Allar kvinnur, ungar og eldri, eru hjartaliga vælkomnar Innsavnan verður til Dorkas.
Fríðrikskirkjan kl.11.00. Gudstænasta v. dópi. Tummas Kannuberg og Ovi Brim luttaka. Áðrenn gudstænastuna kl. 10.00 bjóðar kirkjuráðið øllum til morgundrekka í samband við at Tummas Kannuberg formiliga byrjaði í embæti 1. september.
Á møtinum 22.09 , kl 18.00 Sólbjørg M Símunarson tosar um: Evnið: “Hvussu Gud broytti lív og kós hjá unga Argjamanninum.! Kallið, tænastan og sangirnir. Vit syngja og Sólbjørg sigur frá um pápa sín, Johannes Mortensen, trúboðara. Bønarløta er kl 17.30. Tekniborð til børnini og drekkamuður verður eftir møti. Øll eru hjartaliga vælkomin! '