Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.09.2023 10:30

Eru Føroyar undir donskum ella amerikonskum valdi?

Mynd: Jórun Pólsdóttir

Hendan spurningin kunnu føroyingar nú seta sær, eftir at Sjúrður Skaale, Fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur fingið svar frá danska verjumálaráðharranum Troels Lund Poulsen uppá fyrispurningin um hernaðarflogfarið sum fleyg lágt yvir Føroyum fyrr í ár.

Eins og føroyingar (sambært Høgna Hoydal, Landsstýrismanni í Uttanríkismálum), so vistu danir heldur ikki um amerikanska herflogfarið, sum fleyg sera lágt yvir Føroyum tíðliga seinnapartin leygardagin tann 5. august.

Í svarinum til Sjúrð Skaale, sigur Troels Lund Poulsen, at Verjumálaráðið hevur verið í sambandi við amerikanska sendiráðið í Danmark. Og haðani fekk Verjumálaráðið at vita, at tey, sum skulu boða frá slíkum flogferðum í Føroyum, hava fingið greitt at vita eina ferð enn, hvørjar mannagongdirnar eru.

Hvørki Arktisk Kommando eller føroyska Uttanríkisráðið fingu nøkur boð um flogfarið.