“Stjórnin arbeiðir aktivt við at knýta Føroyar og Grønland tættari ES. Nú verður næsta stig tikið. Tað fegnist eg um. Sum geopolitiska støðan sær út er tað av týdningi, at vit, ið hava felags virðir, samstarva tætt og standa saman” sigur Mette Frederiksen, danska forsætisráðkvinnan í tíðindaskrivi í sambandi við ferðina til Føroyar.
Og í gjár kom so ovasti politiski leiðarin í ES, týska Ursula von der Leyen til Føroyar. Saman við henni í ferðalagnum var eisini danska forsætisráðkvinnan Mette Frederiksen.
Ursula von der Leyen er 65 ára gomul, og er fyrrverandi týskur verjumálaráðharri, har hon var ein av hollastu stuðulunum hjá Angelu Merkel.
Í 2019 gjørdist hon ES forkvinna, og mætasta kvinna í Evropa. Ein postur sum nógvar atfinningar hava verið um, er ein ódemokratiskur leiðarapostur og ikki umboðar fólkaræði í breiðari merking.
Hvat samband vitjanin hjá henni í Føroyum í botn og grund er fyri, er ikki alment kent. Men ein partur av svarinum liggur nokk í útsøgnini hjá Mette Frederiksen, har hon sigur, at hetta er ein liður í at knýta Føroyar enn tættari ES. Hetta, hóast politiski meirilutin í Føroyum ongantíð hevur verið fyri fullum limaskapið í samveldinum.
Men við vitjanini, og danska/ES-trýstinum, har evnir, sum krígg, farsóttir, radari, tollmúrar, russar og 3. verðaldarbardagi, eru uppi at venda, alt sum skálkaskjól. So kemur Føroyaland neyvan nógv tættari ES, áðrenn Føroyar enda við at verða trýst innum og sum fullur limum, undir danska statinum.
Og tá ið Danmark, sum mest sum alt í dag verður stýrt úr Brussels, má makka rætt, so er tað upplagt, at Ursula von der Leyen kemur hendanvegin fyri at trýsta og blástempla boðskapin og draga veikasta liðið av føroyskum politikkarum uppá tráð við hesari sjarmuferð.
Hvussu lítil áhugin í veruleikanum annars er fyri Føroyum sum tjóð, er sjón fyri søgn, við tað, at ES leiðarin bert steðgar í stutta tíð, áðrenn hon skal víðari til tað veruliga “gullnámið” hjá ES og Danmark, nemliga Grønland, har ES m.a. fer at lata upp arktiska sendistovu í næstum.
Seinni í dag verður tíðindafundur í Tinganesi, har ES-forkvinnan og Aksel V. Johannesen, løgmaður fara at undirskriva samstarvsavtaluni millum ES-samveldið og Føroyar.
Undrunarvert at tað eisini, sambært Portal.fo, sleppa bert tveir føroyskir miðlar, Kringvarpið og Miðlahúsið, at spyrja spurningar. Meðan ein danskur miðil eisini sleppur framat. Og kanska enn meira løgið er tað, at nú ein mest valdsmikli leiðarin nakrantíð er í landinum, sleppa teir fáu útvaldu miðlarnir, bert at spyrja 2-3 spurningar.
Ursula von der Leyen skal eftir ætlan vitja á Bakkafrost á Glyvrum og hjá Ocean Rainforest í Kaldbak. Eftir tað verður farið til Gásadals og Bíggjar, áðrenn Ursulu von der Leyen skal víðari við flogari hjá Atlantsflog kl. 19.00 í kvøld, har leiðin gongur til Kangerlussuaq í Grønlandi.
Deil á Facebook