Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.08.2023 17:31

Er Tjóðveldi lívlaga í Eysturoynni?

Eyp

Tann einaferð stinni arbeiðaraflokkurin, sum hevði vinnuna nær flokshjartanum og sum var garantur fyri vinnulívinum og arbeiðinum fyri einum frælsum Føroyum, er ikki til at kenna aftur í dag. Hetta er tosið, sum hoyrist framvið húsaveggjunum, runt døgurðaboð og runt fótbóltsvallir og aðrastaðnis í framleiðsluføroyum og kring bygdirnar runt Eysturoynna.

Flokkurin, sum er nógv broyttur seinastu árini, fyrr við eini kjarnu av arbeiðsmonnum og kvinnum og annars fólkið kring landið við fullum av áræðið til at arbeiða fyri einar frælsar Føroyar, er nú nærum ein lukkaður flokkur við bert akademikarum og fólkið frá høvuðsstaðnum, sum ikki heilt kenna til lívið og mentanan uttan fyri Havnina.

Í gjár hoyrdu vit Sigrid J. Dalsgaard, aðalstjórnarforkvinna í Tjóðveld, sum er heimahoyrandi innan úr Eysturoynni og nummar 11. á lista E til seinasta løgtingsval, koma við síni hugsan og eygleiðing um Russlandspolitikkin og tey tiltøk, sum hendan samgonga við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn hava sett í gildið. Hon helt í lesarabrævið sínum, at tíðin var komin at endurskoða revsitiltøkini og eftirmeta støðuna.

Kanska fyrsta ónøgdin og ósemjan, sum alment er komin fram í flokkinum, eftir at revsutiltøkini vóru sett í verk fyrr í summar.

Og í dag kom so formaðurin í Tjóðveldi, og sitandi Uttanríkismálaráðharri, Høgni Hoydal, sum nokk er ímyndin av teimum revsutiltøkum, sum nú síggjast at raka, serliga vinnuna í Eysturoynni meint, út við viðmerking til KVF.

Har legði hann stóran dent á, at uttanríkispolitiskt hevur tað rigga akkurát sum Landsstýrið ætlaði, og segði víðari, at nú standa vit sterk og kunnu standa errin av tí mótvegis umheiminum í tí vit hava gjørt í Russlandspolitikkinum.

Spurdur um, havt hann helt um avleiðingar av tiltøkunum, sum raka vinnuna í Eysturoy og Norðoyggjum, so var hann ikki líka greiður, men segði, at Landsstýrið allatíðina eftirmetti og hugdu uppá hvat tey kundu leggja uppfyri. Men einki ítøkuligt uppskot ella svar kom frá honum um, hvat vinnan fór at fáa ístaðin.

Hetta er í andsøgn við tað, sum var sagt fyrr í summar, tá ið revsitiltøkini vóru sett í verk. Tá var sagt frá formanninum í Tjóðveldi, at hetta var nokk tað besta fyrireikingararbeiðið, sum nakað Landsstýrið nakrantíð hevði gjørt í einum tílíkum málið. Men í hesum “góða fyrireikingararbeiðið” veit vinnan enn ikki hvat verður sett í staðin, nú eitt stórt petti av teppinum var rykkt undan teimum.

Nógvar ávaringar, hava verið og enn eru at hoyra hvønn dag, frá bæði vinnuni, lokalpolitikkarum og øðrum vanligum borgarum, men enn rínur ikki við úti í Tinganesi. Vinnan í Eysturoy má sigla sín egna sjógv, skilst á øllum brøgdum.

Flokkurin hevur eisini verið ógreiður, í ymiskum lutum, sum hevur ørkylma og til tíðir ilska veljarar. Serliga hava kjarnuvirðir ikki verið raðfest høgt, meðan onnur ting, serliga sekundær mál, hava fingið hægri raðfesting, sum veljarar uttanfyri høvuðstaðin ikki hava kent seg aftur í ella tikið undir við.

Einaferð var flokkurin ímóti allari hernaðarútbygging í Føroyum, men hevur síðani hálsa um, og ístaðin loyvt hópin av hernðarflogførum, kavbátum og hernaðarfólkið fría atgongd til landið, samstundis, sum at loyvið verður nú givið til ein hernaðarradara, men fyri at ikki missa andlit, heldur vil kallar hann fyri ein eftirlitsradara.

Eisini hevur flokkurin havt, sum eitt av sínum høvuðsmálum, at betra um handilssambond Føroya um allan heim. Men er í løtuni, við hjálp frá serliga Javnaðarflokkinum, um at slíta eitt týðandi bein hjá fiskivinnuni, við at “seinslíta” Russlandssáttmálan, sum Føroyar hevur notið gott av og havt síðani 1977.

Og so hevur flokkurin eisini í áratíggju verið ein forsprákari fyri, at Føroyar skulu halda seg uttanfyri ES. Men sum nú í veruleikanum, við Tjóðveldi á odda, ongantíð hevur verið nærri at ES og Brússel enn Føroyar eru í dag. So seint sum í gjár, hoyrdu vit formannin í Tjóðveldi siga, at tað besta vit kunnu gera er, at vit gera okkara egnu tiltøk umframt tey sum vit gera saman við ES. (Les. revsitiltøk móti Russlandi) Hetta er tragikomiskt, sæð í ljósinum av, at tað eru bert fá ár síðani, at ES boykottaði Føroyum og vit tá funnu okkum nýggjar útflutningsleiðir, sum t.d. til Russlands.

Í 2008 fekk Tjóðveldi heili 7250 atkvøður tilsamans runt Føroyaland. Í 2019 fekk flokkurin 6129 atkvøður tilsamans, meðan hann til seinasta løgtingsval í 2022 fekk 6050. Afturgongdin hevur verið týðulig.

Flokkurin er eisini sera illa umboðaður í Eysturoy og til seinasta val var afturgongd í fleiri støðum sum t.d. Fuglafirði, Leirvík, Runavík, Skálafirði, Skála, Strondum, Toftum og Funningi.

Og sum nú er, so hómast ikki teir nógvu upplagdu kandidatar í Eysturoy, til ein toppsess í flokkinum í nærmastu framtíð.

Og sum støðan er nú, við tí ónøgd, sum hoyrist runt norðurøkið, so er ikki óhugsandi, at tann einaferð so stolti flokkurin fer at missa enn fleiri veljara, serliga í Eysturoynni og har á leiðini.

Enn er nakað til næsta løgtingsval, um ikki nakað óvænta hendir. Í desember 2026 eru 4 ár liðin síðani løgtingsval var seinast.