Hetta er stóri spurningurin, sum stendur púra opin, nú kommunurnar báðar, Fuglafjarðar kommuna og Eysturkommuna, standa á gáttuni til at fara hvør til sítt, tá ið tað viðvíkjur skúlasamstarvinum.
Sum skilst, so er tað Eysturkommuna, sum ynskir at sleppa burturúr samstarvinum.
Hetta er eitt skúlasamstarv sum í 2019, var longt heilt fram til 2037.
Eysturkommuna, sum fevnir um Leirvík, Norðragøtu, Gøtugjógv, Syðrugøtu og undir Gøtueiði, og Fuglafjarðar kommuna, sum fevnir um Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar, hava verið í samstarvi í 60 ár.
Við Eysturoyarportalin, sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, at tey hava kanna møguleikan at sleppa burtúrúr samstarvinum í eina tíð, tí sum nú er, so gevur tað onga meining at skula rinda tíggjutals millióna til eina útbygging av gamla skúlanum í Fuglafirði, men ongan ognarrætt fáa til sjálvan byggningin.
–Hetta letur seg rætt og slætt ikki gera, og síggja vit, at pengarnir hjá okkara skattaborgarum verða brúktir nógv betur hesumegin eiðið, sigur Per Martin Gregersen.
Hetta er ikki ein nýggjur tanki í so máta. Heilt afturi í 1982/83 arbeiddu tey í táverandi Leirvíkar kommunu, við at skipa sína egnu framhaldsdeild. Táverandi borgarstjóri í Leirvíkar kommunu, Eyðbjørn Lervig, segði tá, at grundarlag var fyri eini framhaldsdeild í Leirvík. Tá gingu 40 næmingar úr Leirvík í framhaldeild í Fuglafirði.
Nú 40 ár seinni er hetta meira aktuelt enn nakrantíð, nú Eysturkommuna er vaksin munandi.
Til dømis kann nevnast, at í Eysturkommunu búgva sambært Hagstovuni (í juli 2023), 2.282 fólk, og er kommunan tann 4. størsta, tá ið tað kemur til íbúgvar.
Í Fuglafjarðar kommunu búðu, sambært Hagstovuni (í juli 2023), 1633 fólk. Og er hon nummar 8 á listanum yvir fólkaríkastu kommunur í landinum, sambært hagtølunum.
–Vit eru í dag ein stór kommuna, við góðum grundarlagið til eina framhaldsdeild. Her eru nógv børn og kommunan veksur støðugt.
–Eisini standa hølir púra klár at flyta inn í. Her sipar Per Martin Gregersen, til gamla dagstovnin í Gøtugjógv, sum nú stendur tómur, eftir at nýggi Dagstovnurin Gjái lat upp fyri nøkrum vikum síðani.
–Bert nakað av smáum dagføringum skulu gerast, áðrenn ein framhaldsdeild kann flyta inn. So vit eru púra klár at standa á egnum beinum, tá ið tað kemur til at hýsa okkara børnum og framhaldsdeildini her í kommununi.
Eysturoyarportalurin hevur vent sær til borgarstjóran í Fuglafjarðar kommunu, Dávur Juul, um viðmerking til íkomnu støðuna.
Og borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu er ikki heilt samdur við borgarstjóranum í grannakommununi.
–Vit í Fuglafjarðar býráð hava ikki enn viðgjørt uppsøgnina um at siga upp skúlasamstarvið.
Hetta er ein stór avgerð fyri báðar kommunurnar og má tí kannast og umrøðast út í smálutir, áðrenn vit í Fuglafjarðar kommunu taka støðu.
Fuglafjarðar kommuna og Eysturkommunu, hava ein sáttmála viðvíkjandi skúlasamstarvinum, sum er galdandi fram til 2037. Hesin sáttmáli var undirskrivaður tann 11. juli í 2019, av táverandi borgarstjórum: Sonna á Horni og Jóhan Christiansen. Og sama dag góðkendur av mentamálaráðharranum (les: kvinnuni) Honnu Jensen, sum nú situr í býráðnum í Eysturkommunu.
Í hesum sáttmála stendur m.a., at ein uppsøgn av verandi sáttmála skal góðkennast av kommununum báðum ella av einari kommunu og Mentamálaráðnum, í hesum førinum Undirvísingarstýrinum.
Undirvísingarstýri má tískil geva Eysturkommunu tilsøgn um loyvi at upprætta eina hádeild í Eysturkommunu.
–Hetta er ein álvarsom avgerð, ið ikki bara snýr seg um krónur og oyrir, men nógv meira um okkara børn og teirra møguleikar, at mennast fagligt og sosialt.
Við tveimum minni skúlum, er vandi fyri, at útboðið av valgreina blívur minni, tí færri børn og tímar blíva til hesar valgreinar, sigur Dávur Juul.
Í komandi viku setast umboðini í Framvit (Framvit er heitið á nýggja skúlasamstarvinum, sum umfatar 8. og 9. flokk úr Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu) við borðið, at tosa um hesa uppsøgn og íkomnu støðuna.
Eftir tann fundin fæst nokk meira at vita um hvør avgerðin verður.
Deil á Facebook