Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.01.2026 17:03

Er Miðflokkurin nú ein ultra-høgraflokkur?

Lesarabræv

“Nýggja ásin”

Tað verður dúgliga kjakast um tann “nýggja” politiska ásin, har virðispolitikkurin hjá ymsu flokkunum verður plaseraður til vinstru og høgru. Gamaní er virðispolitikkurin farin at fylla meira hesi síðstu árini, men Miðflokkurin hevur havt púra greið stevnumið innan virðispolitikkin í fleiri áratíggju nú.

Tað bleiv avgjørt heilt afturi í 1991 at seta Miðflokkin á stovn. Og sum tað liggur í navninum, so bleiv Miðflokkurin plaseraður mitt í teir klassisku ásarnar, bæði viðvíkjandi loysing/samband og borgarligur/sosialur. 

Ikki tí at hesi eru týdningarleys mál, tvørturímóti, men Miðflokkurin valdi at raðfesta øðrvísini enn hinir flokkarnir. Miðflokksmenn og kvinnur sóu týdningin av at varðveita og viðlíkahalda tey virði, sum eru undirstøðið undir klassisku politisku krossskipanini. Hetta ger Miðflokkin til ein serstakan flokk.

Tann grundleggjandi spurningurin!

Vit kunnu gera hetta meiri ítøkiligt, við at seta sera grundleggjandi spurningin innan virðispolitikk: skal lítla barnið hava rætt til lívið ella ikki?

Byrja vit við Miðflokkinum, so er ongin slingur í valsinum av tí at stevnumiðið er so greitt. Lívið skal verjast frá gitna til náttúrligan deyða. Punktum. Hetta vísur flokkurin eisini í verkið. Ikki bara við at siga noy til fría fosturtøku, men eisini við ítøkiligum lógaruppskotið, sum tryggjar øllum føroyingum rættin til lívið.

Framsókn hevur hinvegin valt eitt heilt annað stevnumið. Leiðslan í flokkinum avgjørdi at øll í flokkinum skulu taka undir við fríari fosturtøku upp til 12. viku. Hendan avgerðin bleiv tó tikin so seint sum í 2025, men verður ikki útførd í praksis…enn.

Allir hinir flokkarnir lata grundleggjandi spurningin um rættin til lívið, upp til tann einstaka politikkaran, men hvussu sær hetta út í verki?

Flokkarnir til vinstru, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldið, eru so at siga fyri fríari fosturtøku, um vit hyggja at hvussu teirra løgtingsfólk hava stemmað. Og tað er ongin loyna at vinstraflokkarnir kroysta sínar tingbólkar til at hava hesa støðu, hóast tey billa almenninginum inn, at tað er upp til hvønn einstakan at taka avgerð í etiskum málum. Hesin arbeiðshátturin hevur ført til at bert tvær av fimtan atkvøðum vóru ímóti fríari fosturtøku á tí annars “solidariska” veinginum.

Hyggja vit til tann borgarliga veingin er tað sjón fyri søgn at Sambandsflokkurin er farin í tvíningar í hesum álvarsmáli…

Gamaní stendur Fólkaflokkurin saman um at stemma ímóti fríari fosturtøku, men hvat er Fólkaflokkurin so fyri? Bert tvey av seks løgtingsfólkum, í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, stemmaðu fyri uppskotinum hjá Miðflokkinum, um at tryggja øllum føroyingum rætt til lív. So hvat Fólkaflokkurin vil seta inn ístaðin fyri fría fosturtøku er ein ósvaraður spurningur.

Samanumtikið

Um virðispolitiska ásin nú skal brúkast, so má ‘Mið’flokkurin væl plaserast heilt uttast til høgru, tí Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava als ikki eina greiða støðu innan virðispolitikk…men noy, Miðflokkurin er ikki ein ultra høgraflokkur.

Miðflokkurin liggur framvegis mitt í klassisku krossskipanini og leggur fyrst og fremst orkuna í at varðveita og endurbyggja grundina – eitt nú rættin til lívið – og hareftir at føra borgarligan og sosialan politikk, oman á hesa tryggu grundina, sum gera Føroyar sjálvbjargnar og góðar at búgva í.

Allir flokkar áttu sjálvsagt at verið samdir um at byggja á hesa góðu grundina, men vinstra-sosiali vongurin er farin av leið, meðan høgra-borgarligi vongurin er farin at ridla innan virðispolitikk. Um slík semja var ein sjálvfylgja, so hevði tað ongantíð verið neyðugt at stovna Miðflokkin. Men við tí veruleika vit standa í, so er tað ein sannroynd, at Miðflokkurin ongantíð áður hevur verið so viðkomandi sum nú.

Miðflokkurin er framvegis tann einasti flokkurin, sum hevur góðan og tryggan virðispolitikk í sínari stevnuskrá. Hinir flokkarnir í Føroyum lata virðispolitikkin upp til “tilvildina”.

Steffan Klein Poulsen, 
Løgtingsmaður fyri Miðflokkin