Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.02.2026 09:59

Er Fast Track-skipanin beinleiðis ætlað at forða integratión?

Sámal Sunnudag

Í farnu viku skrivaði Vilhelm Bergsson, masterlesandi á Setrinum, sera áhugaverda grein um tilflyting. Undir yvirskriftini Fast Track-skipanin hevur menniskjaligar avleiðingar vísir hann m.a. á fýra avbjóðingar, ið hann hevur funnið fram til í kanningum í samstarvi við Bakkafrost.

Vilhelm Bergsson vísir á, at: 

  1. Leiðin til varandi uppihaldsloyvi er bæði long og demotiverandi. Nógvir tilflytarar liva í nógv ár í óvissu um bústað og framtíð. Hóast teir vilja læra føroyskt og knýta sambond við føroyingar, missa fleiri motivatiónina vegna longu bíðitíðina til varandi uppihaldsloyvi, ikki minst, tí at ein uppsøgn nullstillar hesa tilgongd. 
  2. Kravið um fulla arbeiðstíð ger integratiónina trupla í verki, tí fólk skulu arbeiða 40 tímar um vikuna hvørja einastu viku fyri at varðveita arbeiðs- og uppihaldsloyvið. Tá er lítil orka eftir at læra føroyskt, røkja áhugamál og knýta sosial sambond. 
  3. Fleiri við hægri útbúgvingum ynskja at fáa sínar útbúgvingar viðurkendar. Summi ynskja eisini menna seg yrkisliga, verða framflutt ella flyta í onnur størv. Men hetta krevur leysari treytir og møguleika fyri at broyta lønarsáttmála.
  4. Nógvir tilflytarar óttast at missa arbeiði og harvið uppihaldsloyvi. Øll teirra tilvera er upp á spæl, tá ið ein uppsøgn kann merkja, at tú verður noyddur at fara av landinum.

Fast Track-skipanin – eisini nevnd Snarskipanin – er ikki ætlað at integrera fólk men heldur at gagnnýta arbeiðsmegina, fyri siðani at senda hana av landinum aftur. Tilflytararnir verða tá sæddir sum arbeiðsmegi, heldur enn sum heil menniskju.

Les meira her