Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.01.2026 09:51

Enn er møguligt at at søkja inn á akademiútbúgvingina

Miðnám á Kambsdali

Í vár bjóðar Miðnám á Kambsdali tríggjar lærugreinar út á AÚ.

Lærugreinarnar eru: 

Leiðsla í verki umvegis netið – Teams; lærugreinin er fyri øll sum á ein ella annan hátt hava við leiðslu at gera, og sum vilja fáa meira at vita um tað grundleggjandi innanfyri leiðslu.

Altjóða búskapur; lærugreinin er um altjóða viðurskifti og handil.

Fyriskipan og starvssálarfrøði; lærugreinin er fyri tey, sum vilja vita meira um, hvussu ein fyriskipar og leggur arbeiði tilrættis.

Akademiútbúgvingin á Miðnámi á Kambsdali er fyri fólk, sum vilja førleikamenna seg innan leiðslu og tað merkantila økið.

Upptøkutreytir o.a. sæst á heimasíðu skúlans. Meira kunning um og tilmelding til lærugreinarnar finst her.

Um nóg nógv tekna seg, byrjar undirvísingin í februar.