Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.11.2022 18:06

Enn ein Víkingur longt sáttmálan

Mynd: Víkingur

Víkingarleikarin Ingi Jonhardsson hevur skrivað undir ein 1-ára sáttmála við Víking.

Ingi er 21 ára gamla og hevur verið ein av ungu leikarum sum hevur verið fastur partur av hópinum seinastu árini. Eisini hevur Ingi verið partur av føroyska U17, U19 og U21 landsliðnum.

Ingi hevur leikt bæði sum vinstri bakkur og kantur.