Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.01.2025 17:43

Enn ein søguligur dagur hjá Eiðis Róðrarfelag

Mynd: Eiðis Róðrarfelag

Eiðis Róðrarfelag

Í dag hava Sirið Andrassardóttir Mørkøre og Victoria Høghamar skrivað søgu sum fyrstu limirnir hjá Eiðis Róðrarfelag á landsliðnum. Tær hava luttikið í DM í Gladsaxe við frálíkum úrslitum.

Í 3-minuttir róðrinum endaðu tær á 1. og 2. plássi.

Sirið reyk avstað við 1. Plássinum og beint aftaná kom Victoria á mál sum nr 2.

Í 200 metra sprintinum blivu tær aftur nr. 1 og 2, men hesuferð var Victoria fyrr um málatrikuna og bleiv nr. 1, meðan Sirið bleiv nr. 2 beint í hølinum á henni.

At tær báðar taka tey ovastu plássini aftur og aftur vísir, hvussu sera dugnaligar og ágrýtnar tær eru. Tað er ein sannur stoltleiki fyri land og felag!

Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við dagsins megnaravrikum og gleða okkum til at fylgja teimum víðari á teirra rógvingarleið!