Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.12.2025 08:20

Enn ein leikari longt hjá ÍF

Mynd: ÍF

ÍF skrivar soleiðis:

Tað gongur skjótt fyri seg hjá okkum fyri tíðina. Stutt eftir at Hannis og Sveinur skrivaðu undir, var enn ein sáttmáli undirskrivaður.

Fyri borðendan sat Jóan Petur Samson Jónsson. Kraftmikli áleyparin, sum kom til okkara í hálvuni, spældi tilsamans 13 dystir fyri ÍF, har av 9 vóru fyri fremsta liði hjá okkum.

Jóan Petur hevur sett sína undirskrift á ein tvey ára sáttmála, og vit ynskja honum hjartaliga tillukku, og gleða okkum til at síggja hann í Fløtugerði komandi árini.