Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.12.2022 22:28

Enn ein leikari hevur longt á Skála

Mynd: Skála IF

Andreas Egeberg Jacobsen hevur skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála við Skála.

Heimasíðan hjá Skála sigur soleiðis: “Kappingarárið 2022 bleiv tíverri ikki tann heilt stóra “succes’in” hjá Andreas Egeberg Jacobsen, ið ikki fekk spælt stóran part av kappingarárinum vegna álvarsligan knæskaða. Men Andreas hevur arbeitt miðvíst við endurvenjing, og verður væntandi klárur at tørna til aftur seinni í komandi kappingarár. Plássið hjá Andrias er á kantinum, har hann við sínum fimleika og skjótleika, kann geva verjuleikarum sveittan á pannuna, og tíðum skapa góðar støður framman fyri málinum. Ongin ivi um at tað var saknur í honum seinnu helvt av kappingarárinum 2022.”