Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.10.2025 13:21

Enn ein íbúðarverkætlan á Eiði

Búð Sp/f hevur seinastu tíðina arbeitt við enn eini íbúðarverkætlan á Eiði.

Talan er um sjey eigaraíbúðir, sum verða áleið 95 m² hvør.

Íbúðirnar verða staðsettar við endan á Gerðisvegi á Eiði, við framúr góðum útsýni vestur í hav og suður gjøgnum sundalagið.

Íbúðirnar verða innrættaðar við duri, tveimum kømrum, vesi, vaski-/grovkøki og stovu og køki í einum. Harumframt verður eitt úthús/hjallur.

Nýggju íbúðirnar verða líkar teimum vælumtóktu íbúðunum, sum Búð Sp/f lat byggja á Kolsvegi á Eiði í 2023.

Byggingin verður sett í gongd í næstum, og ætlanin er, at íbúðirnar verða lidnar og klárar at taka í nýstlu í seinnu helvt í 2026.

Um hetta hevur tín áhuga, ber til at fáa meira at vita um verkætlanina við at venda sær til Búð Sp/f á telefon +298 289 564 ella +298 213 564, ella við telduposti á bud@bud.fo.

Spjaldur