Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.12.2022 11:30

Endurnýggjan av flotanum hjá Strandferðsluni við Fólkaflokkinum (Løgtingsval 2022)

Mynd: Uni Rasmussen

Lesarabræv

Í nógv ár hava vit hoyrt um, at flotin hjá Strandferðsluni er ov gamal, og støðan gerst bara
verri sum tíðin gongur. Tann politiski mynduleikin hevur ikki megnað at gjørt nakað við
hendan trupulleikan.


Nú koma flokkar fram og siga, at teir vilja raðfesta nýggjar ferjur á fíggjarlógini. Er tað nakað
sum er heilt sikkurt, so er tað, at flotin hjá Strandferðsluni ikki verður endurnýggjaður í
íløgukarminum hjá landinum. Hetta kemst av manglandi vilja frá politiska mynduleikanum.
Um Suðuroyartunnilin eisini skal førast út í lívið, so er ikki pláss fyri nýggjum ferjum í
fíggjarlógini.


Men vit í Fólkaflokkinum hava víst á loysnina til, at allur flotin hjá Strandferðsluni kann verða
endurnýggjaður. Hetta verður gjørt við at skipa Strandferðsluni av nýggjum. Tískil skal
Strandferðslan leggjast í eitt alment partafelag, sum skal hava ein tænastusáttmála við landið.
Soleiðis kann partafelagið fara út og taka lán til at byggja nýggjar ferjur.


Við at skipa Strandferðsluna í eitt alment partafelag og byggja nýggjar ferjur, so verður
raksturin av skipunum betri. Nýggj skip brúka munandi minni í olju og krevja minni í
viðlíkahald. Samstundis tryggjar ein tænastusáttmáli millum land og partafelagið, at
tænastan til útoyggjarnar verður óbroytt, um nøkur broyting, so skal tænastan verða betri.


Talan er ikki um eina privatisering, sum summi hava hug at gera tað til. Talan verður um eitt
alment partafelag, sum landið eigur 100% og hevur fult ræði á.


Vit í Fólkaflokkinum hava gjørt tað neyðuga fyrireikingar arbeiðið til at fremja hetta í verkið.
Tískil er hetta ikki bert eitt vallyfti, men ein verðuliga ætlan at fremja í verki.

Far tí á val og vel Fólkaflokkin.


Uni Rasmussen
valevni hjá Fólkaflokkinum