Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, har endamálið er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.
Smærri verkætlanir
Fyrr í vár varð ein millión krónur sett av til smærri verkætlanir, har upphæddin til verkætlanina var avmarkað til kr. 500.000 um árið upp til trý ár. Nú lýst verður av nýggjum, er ein millión kr. tøk til smærri verkætlanir, og upphæddin til hvørja verkætlan kann í mesta lagi verða 300.000 kr.- í eitt ár. Verkætlanirnar skulu vera innan stevnuna hjá Fiskivinnuroyndum, sí her. Verkætlanir, sum fáa stuðul í hesi seinnu umsóknartilgongdini í 2025, skulu byrja innan ársskiftið 2025 og verða lidnar innan árslok 2026.
Vinnufyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul til smærri verkætlanir.
Freistin at søkja um smærri verkætlanir er fríggjadagin 19. septembur 2025 kl. 12:00.
Meira fæst at vita:
Stevna, umsóknarbløð, vegleiðingar og annað kunnandi tilfar fæst á heimasíðu okkara www.fvg.fo undir Fiskivinnuroyndir 2025 í vinstru síðu.
Áhugað eru vælkomin at venda sær til Símun Grønadal við møguligum spurningum á simun.gronadal@fisk.fo ella telefon 22 22 58.
Umsóknir skulu sendast talgilt til: fisk@fisk.fo.