Eyp grein
Mikudagurin 26. november í 2025 bleiv ein ørvísi dagur enn teir flestu, og stendur rimmar fastur í minnunum hjá Amaliel og Lenny Jacobsen í Norðragøtu.
Tað var hendan dagin, fyri skjótt tveimum mánaðum síðani, at gerðandisdagurin hjá teimum bleiv vendur á høvdið, tá ið Amaliel kom út fyri einum arbeiðsóhappið.
Eysturoyarportalurin er farin á gátt hjá teimum á Geytagøtu í Norðragøtu fyri at hoyra meira um hendan dagin og hvussu gongur hjá teimum í dag.
Ein vanligur dagur
Tað byrjaði sum ein heilt vanligur arbeiðsdagur hjá teimum báðum. Veðrið var gott, stilt men eitt sindur kalt. Nakað sum heldur ikki er løgið hesa ársins tíð.
Lenny fór til arbeiðis í Runavík har hon starvast á skrivstovuni hjá UniVice, meðan Amaliel fór til arbeiðis hjá Eysturkommunu, har hann hevur starvast sum arbeiðsmaður hjá kommununi í fleiri ár.
Jólaresið, við jólaperum, jólapynti og jólatrøðum hevði verið í hæddini hjá kommunumonnunum hesar dagarnar. Og varð ætlanini hjá Amaliel og hinum arbeiðsmonnum hendan dagin, at pyntað stóra jólatræið, sum nýliga varð sett upp beint uttanfyri Býráðshúsið á Oyrini í Norðragøtu.
Alt steðgaði upp
Men tá ið klokkan var áleið 14 hendan seinnapartin, ringdi telefonin hjá Lenny.
Hon var tá stødd á skrivstovuni í Runavík. Í hinum endanum á rørinum vóru boðini stutt – “Maðurin hjá tær liggur kroystur undir einum krana. Sjúkrabilur er á veg. Og støðan er ógreið”
Meira fekk hon ikki at vita úr hinum endanum.
-Eg misti fullkomuliga fótafestið og mundi svímað, tá ið eg fekk boðini. Eg bleiv púra paff. Ein forferdulig skrekkur og forferdulig kensla fór ígjøgnum allan kroppin, tí eg visti ikki um eg hevði mist mannin hjá mær ella ikki.

Kranabilurin koppaði
Meðan arbeitt hevði verið við at pynta jólatræið, vóru beinini á kranabilinum smokkaði saman, soleiðis at kranabilurin, saman við útstrekta tunga krananum, vóru koppaðir og lógu slættir á vøllinum. Uppi í sjálvum krananum, í einum kassa, høvdu Amaliel og ein starvsfelagi staðið og arbeitt, tá ið óhappið hendi.
Men ið tí, at kranin byrjaði at koppað, eydnaðist starvsfelagnum onkursvegna at hoppa úr kassanum áðrenn kassin og kranin raktu svøðrin. Men líka væl gekk ikki hjá Amaliel. Honum eydnaðist ikki at koma úr kassanum áðrenn hann rakti vøllin, og kom í staðin til at liggja kroystur av krananum, liggjandi í kassanum.
-Eg minnist bara løgnu kensluna beint tá ið tað hendi. Eg hugsaði, at her var okkurt rúkandi galið. Eg hugsaði um hví vit fóru niðureftir og helt við mær sjálvum, at nú mundu beinini á krananum kanska hava smokkað undan sjálvum vegjaðarinum ella okkurt tílíkt.
-Ótrúligt at man fær hugsað so nógvar tankar uppá so stutta tíð bara nøkur heilt fá sekund, sigur Amaliel flennandi, nú hann heitt og fjálgt situr við beinunum hægst heima í stovuni.
Tað sum síðani hendi var tó ikki nakað at flenna at.
Vinstra bein hjá honum kom til at liggja kroyst millum stóra og tunga kranan og kassan, sum hann stóð í. Kranin hevði smildrað beinið hjá honum, og lá tað nú rimmar fast undir vektina av fleiri tonsum.
-Meðan eg sat har fastur, so gjørdi eg nokk so skjótt upp við meg sjálvan, at eg fór at missa beinið, sigur Amaliel nú hann hugsar aftur á fyrstu løtuna hann sat fastur hendan dagin.
Hjálpin var bæði skjót og góð
-Eg misti ongantíð vitið. Eg minnist at beint eftir at kranin varð koppaður, so rópti eg á ein av starvsfelagi, sum hevði verið við til at pynta jólatræið, um at koma hjálpa mær at sleppa úr kassanum, tí beinið var fast. Men har sást tó skjótt at har var einki at gera. Eg sá tá, at beinið lá hart kroyst, tvørsfyri og uppá ein heilt ónatúrligan og løgnan máta.
-Eg havi als ikki sansa hvat er hent við beininum, tá ið hetta hendi. Kranin hevði kroyst beinið upp ímót botninum á kassanum eg stóð í, og lá ella hekk eg so har, rimmar fastur.
Tað gekk tó skjótt til hjálpin var á staðnum. Løgreglan, sjúkrabilar, lækni og sløkkiliðið í Eysturkommunu og onnur komu øll á staðið. Men tað sást skjótt, at hetta var ikki bara bara, at fáa mannin leysan aftur.
Av tí at kranabilurin og kranin lógu sum teir gjørdu, so var ein stórur vandi fyri at gera skaðan verri um skjótt varð borið at. Eisini var vandi fyri trygdini hjá øllum hjálparfólkunum sum arbeiddu rundanum, tí vandi var fyri, at kranin kundi loysna og tískil kasta seg uppfrá við nógvari megi og gera skaða á fólk á staðnum. Bummurin lá sum ein vandamikið sleingitráða á vøllinum.
Tískil tók tað umleið ein tíma, við serkunnleika hjá serliga brandfólkunum, at fáa skorið í kassan, og samstundis hava tamarhald á krananum, soleiðis at beinið hjá Amaliel til endans bleiv leyst.

-Sum sagt, so misti eg ongantíð vitið, og fekk tí fylgt við í arbeiðinum og prátinum sum gekk fyri seg. Men eg hevði ógvuliga ilt og lá sera illa í kassanum, men onkursvegna hevði eg ongantíð so ilt, at eg vildi svíma ella líknandi. Tað er óiva adrenalini sum hevur sligið til, samstundis sum at eg fekk nógv pínudoyvandi frá hjálparfólkunum, tá ið tey komu á staðið.
Visti ikki um hann skuldi vátta ella ikki
Amaliel hevur altíð verið ein sera virkin maður og hevur arbeitt hart handaligt arbeiðið alt sítt lív, har hann m.a. hevur gingið nógv í stiga og á yvirtromum. Bæði sum timburmaður, kommunumaður og sløkkiliðsmaður o.a.
-Eg kann til stuttleika nevna, at eg eri ein partur av toyminum í sløkkiliðnum í Eysturkommunu. Vit eru umleið 15 mans tilsamans frá ymsu bygdunum her í kommununi.
-So tá í eitt útkall kemur, so fáa vit allir sløkkiliðsmennirnir eitt telefonuppkall frá alarmsentralinum, har vit skulu antin trýsta 1, fyri at váttað at vit fara á vanlukkustaðið, ella trýsta á 0, um vit ikki fáa møtt.
-Hendan dagin so ringdi telefonin eisini hjá mær tá ið boð vóru eftir sløkkiliðnum. Hetta hendi meðan eg sat kroystur fastur í kassanum.
-Og skuldi eg so gera av, um eg antin skuldi trýsta á 1 ella 0, sigur hann flennandi, nú hann hugsar aftur um óhappið.
-Eg kundi bæði havt trýst á 1 ella á 0, um eg hugsið um tað nú.
-At trýst á 1 og váttað at eg fór á staðið hevði nokk verið tað rætta, sigur hann flennandi og hyggur yvir á Lenny, sum hevur sitið og lurtað hesa løtuna.
Sá ikki mannin í fleiri tímar
Í meðan alt hetta hendi í Norðragøtu, sat Lenny úti í Runavík, og visti ikki um hon varð blivin einkja ella ei.
Hon hevði fingið fatur á øllum trimum børnunum og sagt teimum frá støðuni. Men fór ongantíð sjálv inn til Gøtu, men bíðaði á arbeiðsplássinum. Hon orkaði snøgt sagt ikki at fara inn til Gøtu, men varð saman við einari av døtrunum, Noomi, sum varð komin til hennara at verða.
Men ikki fyri enn umleið 40 minuttir eftir at óhappið hendi fekk hon meira at vita um støðuna hjá Amaliel.
-Tað varð ein øguligur lætti at hoyra. Eg kann ikki orduliga greiða frá tí kensluni. Men tað varð ótrúliga leingi at sita og bíða og slett einki vita.
Tá varð sonurin Heri, sum tá var komin á staðið í Norðragøtu, sum ringdi til mammu sína, og segði at pápin var á lívið. Og at tað “einans” var beinið sum talan var um.
-Og tá var eitt møguligt mist bein ein lítil prísur at gjalda! Soleiðis hugsaði eg, sigur Lenny álvarslig á málinum, nú løtan rennur fram fyri hana hendan lagnudagin í november, har hon ikki visti, um hon nakrantíð fór at síggja mannin aftur á lívið.

-Stórt rós til øll fólkini sum vóru rundan um meg tá ið óhappið hendi. Eg føldi meg tryggan allan tíðina, samstundis, sum eg visti, at Hann sum øllum valdar ansaði eftir mær, sigur Amaliel takksamur á málinum og hyggur út gjøgnum vindeyga og út á Gøtuvík har sólin nú er komin upp hendan vakra morgunin í januar.
-Vit eru ótrúliga takksom og veruliga tikin av bólið fyri alla tað hjálp og vælvild vit hava fingið frá fólki. Og allar tær bønir sum eru bidnar fyri okkum hesa tíðina.
-At størri skaði ikki hendi er eitt satt undur. Ikki bara hjá mær, men eisini hjá hinum monnunum sum vóru hjástaddir.
-Læknarnir hava sagt aftaná, at tað er sera nógv sum hevur gingið upp í eina hægri eind, sum hevur gjørt, at úrslitið er blivið sum tað er, sigur Amaliel, sum sipar til, at hann var so heppin ikki at missa beinið, men fer nú vónandi ístaðin at ganga aftur.
-Eisini søgdu donsku læknarnir, at teir høvdu ikki upplivað so harða beinagrind áður og at tað var næstan ógjørligt hjá teimum at borað í hana, men tá svaraði Amaliel bara aftur “Så har i bare for dårlige bore” sigur Lenny flennandi og heldur at maðurin er úr góðum bergi brotin.
Ein stúran sum tó allatíðina hevur lúrt, síðani óhappið hendi, hevur verið at kolbrandur kundi koma í stóra opna sárið, og at beinið tískil mátti takast. Men eftir fleiri vikur av stúran, sær tað út til, at hesin óttin ikki longur er til staðar.
-Og at eg, frá at mest sum 100% við vissu skuldi missa beinið, til at nú “bert” at hava eitt brotið bein, er eitt satt Guðs undur.
Hann dylir ikki fyri, at hann og familjan eru trúgvandi fólk og at tað hava verið hægri maktir upp í allan vegin.
-Tað er ótrúligt. Men fyri mær er tað ikki so ótrúligt allíkavæl. Tað hevur verið nógv biðið fyri mær her heima, bæði av familjuni, vinum og kenningum. Eg eri ikki í iva um, at allar bønirnar, bæði nær og fjar, sum eru sendar uppeftir, eru hoyrdar, sigur hann takksamur á málinum og skeitur yvir á Bíblina sum liggur á lítla borðinum beint við síðurnar av stólinum.
Eftir at hann varð vorðin leysur, varð hann koyrdur við politiescort til Havnar á Landssjúkrahúsið, har hann mest sum beinanvegin bleiv lagdur undir skurð, fyri at rættað beinið út, sum var í sorlið, og hevði ligið bæði skeivt og brotið í nakrar tímar.
-Tað var ikki fyri enn umleið 4 tímar eftir óhappið, at eg slapp at síggja hann fyrstu ferð. Tað var eftir fyrstu skurðviðgerðina, sigur Lenny, sum heldur at læknarnir og sjúkrahúsverkið gjørdu eitt megnar arbeiðið og eiga stórt rós uppiborið.
-Men tíðanbetur, so visti eg, at hann var á lívið og við vit, og at hann hevði tosa bæði við sonin Hera og síðani dóttrina Sannu, sum eisini var á staðnum.
Og eg fekk eisini at vita, at hann hevði, liggjandi á sjúkrabøruni, givið Sannu eitt klemm, beint áðrenn hann var farin borðin inn í sjúkrabilin, sigur Lenny kensluborin á málinum.
Framstig at síggja fyri hvønn dag
Eftir eina viku á Landssjúkrahúsinum varð hann sendur niður til Danmarkar har hann síðani varð skurðviðgjørdur.
Lenny og systurin Ingvør hava verið við Amaliel alla hesa tíðina sum hann hevur verið í Danmark. ímeðan Dia, maður Ingvør, hevur verið ein sannur klettur fyri tey øll, hesa tíðina, siga tey bæði við ein munn.
-Tey hava verið ein stór hjálp hjá okkum. Samstundis sum børnini, verbørnini hava verið fantastiskir stuðlar hjá okkum, saman við nógvum øðrum hesa tíðina. Og veit eg satt at siga ikki hvat vit høvdu gjørt uttan øll tey, sigur Lenny takksom á málinum og hyggur álvarsom yvir á Amaliel.

Í dag er Lenny sjúkrameldað, so hon kann verða heima og passa mannin, inntil hann gerst so birgur, at hann kemur aftur á føtur og kann klára seg sjálvan.
-Eg gjørdist 67 ár tann 15. desember í fjør.
-Faktiskt, so helt eg næstan føðingardag á skurðborðinum í Danmark, sigur hann skemtandi og sipar til at hann varð skurðviðgjørdur bert nakrar fáar dagar áðrenn hann hevði føðingardag.
-Í dag gangi eg við einum serligum stilva, samstundis, sum eg eisini skal læra meg at ganga við høkjum. Nakað sum eg aldrin havi roynt áður.
-Eg fái vónandi hendan stilvan av innan 3 vikur og so skal eg byrja at stíga til.
-So tað liggur ein long og seig uppvenjing á skránni, har eg fyrst og fremst skal læra meg at ganga aftur. Har er ikki nógv styrki ella kjøt á skadda beininum, sum er bæði rak og veikt. So tað skal venjast uppaftur av nýggjum, alt sum tað er. Og tað fer at taka sína tíð.
– Men eg haldi, at tað gongur betur og betur fyri hvønn dag. Eg havi gott mót. Eg takið ein dag á gangin og leggi hvønn dag í Harrans hendur, sigur Amaliel, og hyggur yvir á konuna, sum nikkar játtandi.
Samrøðan er nú komin at enda, og Eysturoyarportalurin takkað teimum, Lenny og Amaliel, fyri prátið og góðan blíðskapin, og ynskir teimum alt tað besta í komandi tíðum.
