Mynd: Elinborg
Elinborg letur í dag sína triðju EP útgávu úr hondum. Útgávan ber heitið ‘’Vera’’, og inniheldur 5 føroysk løg, sum hon sjálv hevur sett orð og løg til. Hon hevur millum annað arbeitt saman við vælumtøkta norska tónleikabólkinum ‘’Highasakite’’, sum hava framleitt tittul lagið ‘’Vera’’, saman við henni, Eivør og Trónda Bogason.
Harumframt hevur Elinborg seinastu 3 árini lokið sær bachelor útbúgving á tí ‘’Rytmiska Musik Konservatorium’’ í Keypmannahavn, har hon samstundis hevur arbeitt fram ímóti hesi útgávu, sum í dag er tøk á øllum stroyming tænastum, og seinni sum vinyl.
Í dag er hon farin í holt við sína kandidatútbúgving í tónleiki, og fyrireikar seg at fara á konsertferð runt Europa tann 29. Septembur.
Deil á Facebook