Í nátt kom eldur í eitt av hølinum í stóru alifyritøkuni Mowi á Hellunum.
Sum skilst, kyknaði eldurin í einum høli har reinsianleggið stendur.
Um eldurin hevði spreitt seg kundi tað gingið heilt galið og kundi eldurin spreitt seg til alla høllina og alt smoltið farið fyri skeytið.
Tíðanbetur var fólk á staðnum og fingu sløkt eldin, samstundis sum sløkkiliðið í Fuglafirði kom skjótt á staðið.
Tvey fólk fóru á Landssjúkrahúsið til kanningar fyri roykeitran. Men eru útskrivað aftur.
Nú verður kannað hví eldurin kyknaði.
