Í kvøld varð boða frá, at eldur varð komin í ein bil nakað uttanfyri tunnilsmunnan á Eysturoyartunnilinum á Strondum.
Løgreglan upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at sløkkiliðið er á staðnum og at eldurin er um at verða sløktur, men enn rýkur nakað illa.
Meira veit løgreglan ikki at siga í løtuni.
Myndir: Eysturoyarportalurin


