Føroya Politi
Tar var eldur í einum sethúsum á Norðskála fyrr í dag og stórt átak var sett í verk.
Løgreglan upplýsir, at eitt fólk var inni í húsinum tá eldurin kyknaði, men kom út áðrenn eldurin gjørdist stórur.
Løgreglan hevur sent fráboðan út fyri løtu síðani har hon sigur soleiðis:
Eldsbruni hevur verið í einum sethúsum á Norðskála. Roykurin er komin til barnagarðin og skúlan á Oyrabakka. Nógvur roykur var á staðnum, og neyðugt var at kanna næmingar, børn og starvsfólk fyri roykeitran. Foreldur kunnu seta seg í samband við skúlastjóran og dagstovnaleiðaran fyri nærri kunning um teirra børn.
Deil á Facebook