Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.10.2023 16:14

Eldraráðið kunnandi fund í bygdahúsinum

Eldraráðið Fyri Roðan

Týsdagin 31. oktober verður fundur fyri allar eldru borgarnar í Sjóvar kommunu (frá 60 árum og uppeftir).

Fundurin verður í bygdahúsinum á Strondum kl. 19:00.

Tað er ikki neyðugt at geva boð um luttøku.

Vit bjóða kaffi/te og heimabakaða skuffukaku aftaná fundin.

Hesaferð verður dentur lagdur á:

  • Kunning um Vitjunartænastuna hjá Roðanum
  • Demens – stuttfilmur, sum Eldraráðið hevur fíggjað, verður vístur
  • Heilsugóðan mat
  • Rørslu
  • Munin á einsemi og tað, at vera einsamøll/einsamallur
  • Hospice
  • SMS skipan 
  • Annað

Vit heita á tey yngru um, at geva teimum eldru boð um henda møguleikan, og siga teimum, at øll frá 60 ára aldri eru vælkomin til tiltakið.

PS: Tit eru vælkomin at taka brøvini um SMS skipanina við á fundin, um tit ikki longu hava sent tey inn aftur til okkum.

PS: Tey, sum hava givið Eldraráðnum loyvi til at senda SMS boð, fáa beinleiðis boð frá Eldraráðnum

Eldraráðið Fyri Roðan