Eldraráðið skipar fyri kunnandi fundi, um arbeiði hjá ráðnum, fyri eldru borgarnar á Glyvrun, í Saltangará og í Runavík. Fundurin verður í kvøld 29. november klokkan 19:30 í Løkshøll.
Tað er ikki neyðugt at boða frá luttøku.
Kórið í Nebo syngur fyri okkum.
Jógvan Fríðriksson bispur hugleiðir.
Tá Jógvan Fríðriksson hevur hugleitt og sangkórið í Nebo hevur sungið, verður hugnaløta í kantinuni, har vit fáa ein kaffimunn við onkrum søtum afturvið.
Vónandi fáa vit eitt gott prát yvir kaffimunnin, har vit lurta eftir hugskotum frá borgarnum.
Vit heita á tykkum ungu um, at geva teimum eldru boð um henda møguleikan og siga teimum, at øll frá 60 ára aldri eru vælkomin til tiltakið.
PS: Tit eru vælkomin at taka brøvini, um SMS skipanina, við á fundin, um tit ikki longu hava sent tey inn aftur til okkum.
Vinarlig heilsan
ELDRARÁÐIÐ FYRI ROÐAN
![](https://www.eyp.fo/wp-content/uploads/2023/05/csm_1c3ac7508de7e4a1697ab5cc30d1718824e76d6d_w740_h440_fB_ba15_51ab28bd6b.jpg)